Hamburger SV fer at gera ein kirkjugarð, har ídnastu fótbóltsfjeppararnir í felagnum kunnu verða jarðaðir
Tað er ikki neyðugt at steðga við at verða fótbóltsfjeppari, sjálvt um síðsti andadrátturin er drigin.
Norðurtýska fótbóltsfelagið Hamburger SV, vil nú bera soleiðis í bandi, at teirra fjepparar, kunnu verða partur av felagnum, enntá eftir at teir eru farnir herfrá.
Stjórin í týska felagnum, Christian Reichert, sigur, at teir ætlað at byggja ein kirkjugarð beint við stadion, har serliga dyggir fjepparar fáa møguleika at verða jarðaðir. Hetta skrivar ekstrabladet.dk.
Ekstrabladet.dk veit eisini at siga, at klók fólk fyrr hava víst á, at fótbóltur er ein av størstu religiónum í okkara tíð.
– Tað verður ikki soleiðis, at tú fart at síggja litríkar gravsteinar, og vit ætlað heldur ikki at gera gravstaðin til eina samling av fjepparatingum, men tað vil verða eitt stað, har sannir fjepparar kunnu finna ein hvíldarstað, sigur Christian Reichert.
Harafturat verða minnisvarðar gjørdir av nøkrum at teimum størstu spælarunum hjá felagnum, og búmerkið verður gjørt í einum blomsturteigi.




