Tað fer ikki at vera til at keypa atgongumerkir við dyrnar til toppdystin í annaðkvøld.
HB boðar í dag frá, at fyri at tryggja sporførið í sambandi við dystin móti KÍ, so hevur felagið valt at einans selja atgongumerkir í forsøku á hb.fo. Børn sleppa inn ókeypis, men skulu fylgjast við vaksnum. Eingin kontantsøla verður við dyrnar.
Atgongumerkir kunnu keypast HER



