Sera nógv fremmandafólk hava vitjað í Klaksvík og Norðoyggjum seinastu dagarnar. Tá vit vitjaðu á Føroya Bjór, fekk Einar Waag rættuliga støva sín kunnleika til týskt av.
Føroya Bjór hevði nevniliga vitjan av fimm fullum bussum av ferðafólki, ið er komi hendavegin fyri at uppliva sólarmyrkingina og meginparturin vóru týskarar.
Einar sjálvur lærdi í hálvt annað ár í týsklandi til bryggjara, so tað lá ræði fyri hjá føroya stórsta ølframleiðara at servisera teim mongu vitjandi.
Vit høvdu úr at gera, sigur Einar Waag við Norðlýsið. Onkur frá Smyril Line hevði í fjør spurt um vit kundu taka ímóti onkrum bussi nú. Men at tað skuldu blíva fimm stappaðir bussar høvdu vit ikki væntað, so vit máttu øll í sving at vísa runt og skeinkja smakkiroyndir. Sjálvt tey, ið vanliga taka telefonirnar máttu brúkast og tí máttu vit bara lata telefonina stilla um til Havnar eitt skifti, segði Einar Waag í telefonini í morgun.




