Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einar Waag mátti framskunda veðrarnar

Jákup Ósá

(Budapest) Eigarin av Føroya Bjór er ein av áskoðarunum, sum eru við føroyska A-landsliðnum í Budapest.

Tá ferðalagið við føroyska A-landsliðnum og viðhaldsfólkunum hevði lent í Budapest hitti Norðlýsið Einar Waag, sum er eigari og stjóri hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Hann var farin til Ungarn saman við konuni Elisu Waag.

Var á fjalli áðrenn túrin

Fyrst av øllum hevur Einar Waag ikki bara veðrarnar á Føroya Bjór at hugsa um. Hann er bóndi í Tunghúshaganum og teir veðrarnir máttu framskundast, so Einar og hansara hjálparfólk fingu flett áðrenn túrin til Ungarn. Tí var farið á fjall nakað áðrenn túrin til Ungarn. Tað at vera við landsliðnum hevur Einar roynt fyrr.

– Eg var fyri nøkrum árum síðani við landsliðnum ein túr i Prag í Kekkia. Tað var ein góður túrur og ein spennandi dystur, har Føroyar vóru væl við men taptu 2-0. Nú kom so hetta tilboðið og eg helt, at tað sá spennandi út, so eg smekkaði til, tí Budapest ljóðar sum ein áhugaverdur býur og so fær man landsdystin við eisini, sigur Einar Waag.

Hann hevur ikki planlagt nakað serligt á ferðini, men tekur tað meir sum tað kemur.

– Eg havi ikki planlagt nakað stórvegis. So eg taki tað meir, sum tað kemur seg. Her er nógv áhugavert at síggja, so vit taka tað har frá, sigur hann.

Væntar truplan dyst

Einar Waag dámar betri, at áskoðarar vera til dystin eftir at tað annars ikki lá í kortunum. Men Ungarn fer at gera tað trupult fyri Føroyar.

– Eg helt, at tað var óinteressant, at eingir áskoðarar komu til dystin, so mær dámar væl, at áskoðarar sleppa til dystin. Eg haldi, at Ungarn er betri enn Føroyar, so tað kann blíva trupult. Men um vit ikki tapa við meir enn einum ella tveimum málum, so eri eg nøgdur, segði Einar Waag at enda.

Les eisini annað tilfar úr Budapest:

Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri

Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest

Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum

Kaj Leo og René fáa møguleikan

Føroyska ferðalagið komið til Ungarn