Góðan morgun: Tann einasta ísbjørnin í landspartinum Afrika er nú deyð. Hendan hevur ikki livað vill, men hevur hildið til í einum djóragarði í Johannesburg. Í gjár doyði Wang, sum ísbjørnin eitur, 30 ára gomul.

30 ár er ein nokkso vanligur deyðsaldur hjá ísbjarnum. Eins og menniskja gerst ísbjørnin oftari sjúk á gamalsaldrinum. Fyrr í ár doyði makin hjá hesari, sum gjørdist 27 ár.
Arbeiðandi í djóragarðinum siga, at Wang hevur havt hjartasorg, og at hetta eisini hevur verið ein orsøk til, at hon var vorðin so ússalig seinastu tíðina.
Ísbjørnin hevur eisini havt trupulleikar við livrini síðani 2010.
Kelda: Politiken