Video: Í 2009 vann Føroyar í Íslandi á venjingardysti fyri fyrstu og einastu ferð.
Føroyar vann 2-1 í Kórinn-høllini í Kópavogi. Fróði Benjaminsen legði Føroyar á odda, meðan Guðjón Árni Antoniusson gjørdi sjálvmál, so Føroyar fingu 2-0 leiðslu, áðrenn Ísland minkaði um munin í yvirtíðini, tá Jónas Guðni Sævarsson skoraði. Sigast skal, at Ísland ikki spældi við sterkastu uppstilling hendan dagin, meðan føroyska liðið eisini var merkt av, at nógvi ungir óroyndir leikarar byrjaðu inni undir leiðslu av Heðini Askham, ið var venjari hendan dystin.
Tríggir leikarar byrjaðu inni hendan dagin, sum eru í hópinum til dystin í morgin. Teir eru Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs og Fróði Benjaminsen.
Annars var føroyska uppstillingin hendan: Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Jóhan T. Davidsen, Egil á Bø, Einar Tróndargjógv, Gudmund Nielsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Bogi Løkin, Andreas L. Olsen.
Niðanfyri er ein samandráttur frá 3-2 um dystin.




