JÚ, og sjálvt um vit til fyri heilt stuttari tíð síðani hvørki hoyrdu orð ella eið um hesar illgerðir, eru nógv børn í Føroyum, sum hava livað við insest. Tey skulu nú hava ta hjálp, sum tey hava bíðað eftir alt ov leingi.
Vit skulu í stundini syrgja fyri, at tey, sum hava verið fyri insest, fáa tilboð um hjálp og viðgerð. Tey skulu hava sálarfrøðiliga viðgerð, sum tað almenna fíggjar.
Vaksin, sum hava seinárin, tí tey vóru fyri insest sum børn, skulu kunna leita sær ókeypis hjálp hjá sálarfrøðingi.
Rættartrygd
Eisini skal skil fáast á rættartrygdina hjá insest-offrum. Eingin fyrningarfreist er fyri morð, flográn og njósnaravirksemi móti trygdini í Ríkinum. Tað sigur ikki sørt um okkara hugburð, at insest skal vera ein minni álvarslig brotsgerð. Og tí skulu vit avgjørt antin leingja ella avtaka fyrningarfreistina fyri insest-brotsgerðir.
Insest er tað mest pínufulla tabu, vit hava í okkara mentan, og vit hava til fyri fáum árum síðani bara tagt hendan trupulleikan burtur. Fólk við ábyrgd, bæði sum politikarar, myndugleikar og sum medmenniskju, hava latið eyguni aftur og hava latið staðið til.
Eg vil arbeiða fyri at betra um korini hjá insest-offrum, verði eg vald á ting.
X við Javnaðarflokkin.
Kristianna Winther Poulsen




