Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin loggning í avlurtingarpakkanum

Hanus Samró

Avlurtingarpakkin hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini í morgun og har kom fram, at løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, kemur við einum broytingaruppskoti, har mælt verður til at strika “loggningina.”

Aftur í nevnd

Tá “avlurtingarpakkin” var til 3. viðgerð hósdagin 10. apríl tóku fimm samgongulimir undir við, at avlurtingarpakkin skuldi aftur í nevnd, tí ivi varð sæddur um “loggningina.”

Serliga var tað úrskurðurin frá ES dómstólinum, sum kom til ta niðurstøðu, at ES londini vóru farin ov langt, tá tað kom til “loggning,” t.v.s. goyma upplýsingar hjá fólki.
Aftaná dómurin varð feldur, boðaði Norra frá, at teir umhugsaðu at taka “loggningina” burtur, meðan danska stjórnin viðgerð spurningin til heystar.

Sostatt var tað týdningarmikið fyri okkum, at “loggningin” varð strikað, tí tað var óneyðugt at samtykkja nakað, sum ES metti vera ov víðgongt.

Fevnandi løgmaður

Tað hevur løgmaður,Kaj Leo Holm Johannesen, tikið til eftirtektar, og tí leggur hann broytingaruppskot fyri løgtingið, har hann mælir rættarnevndini til at strika “loggningina”.
Hetta er ein sigur fyri persónliga frælsið, tí spurningurin um, hvussu nógv vald staturin skal hava yvir borgaranum, er sjálv kjarnan í liberalismuni. Tí fegnist eg almikið um, at løgmaður valdi at strika “loggningina,” tí hon gav systeminum heimild til at áseta treytirnar fyri, hvussu langt staturin kundi fara. Nú er tað vit, sum umboða fólkið og føroyska fólkaræðið, sum kunnu gera av, hvørjar treytirnar skulu vera. Tað er bæði gott og gjøgnumskygt, tí tað skal gjøgnum 3. viðgerðir í løgtinginum.

Hetta er somuleiðis ein sigur fyri løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, tí niðurstøðan frá ES dómstólinum var ræðandi dømi um, hvat kann henda, tá staturin fær ov víðar heimildir. Tí fegnist eg um, at løgmaður tók ivasomu spurningarnir til eftirtektar, og broytti lógaruppskotið tilsvarandi.

Kudos til løgmann!

Hanus Samró

Løgtinsmaður fyri fólkaflokkin