Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin nýggjur leikari í klubb 100

Jákup Ósá

Men 8 virknir leikarar eru 18 mál ella minni frá at røkka fína selskapinum.

John Petersen hevur framvegis skorað flest mál í føroyskum fótbólti, tá vit hyggja eftir landskappingini í bestu deildini. Men tað verður longri enn eitt kappingarár afturat. Tí B36 liðskiparin Jákup á Borg skal bara skorað tríggjar ferðir afturat áðrenn hann er farin framum, um nýggi HB álopsleikarin Arnbjørn Hansen kann eisini fara framum. Hann skal skora 17 mál fyri at fara framum og tað er ikki ómøguligt, um hann sleppur undan skaðum.

Í ár kom eingin nýggjur leikari í klubban við 100 málum ella fleiri. Tann ”klubbin” telur framvegis 10 leikarar, harav 5 av teimum vóru virknir í 2014. Men um 1 ár koma væntandi fleiri leikarar afturat í hendan fína ”klubban”, tí fleiri leikarar, sum væntast at fara at skora fleiri mál, liggja beint undir 100 málum. Spælir Heðin á Lakjuni næsta ár, so skal hann bara skora 1 mál, Hjalgrím Elttør manglar 5 mál, Hans Pauli Samuelsen manglar 7 mál, Sorin Anghel manglar 10 mál, Klæmint A. Olsen manglar 11 mál, Clayton Soares og Súni Olsen mangla 17 mál og Finnur Justinussen manglar 18 mál.

Samlaði listin yvir leikarar, sum hava skorað 100 mál ella fleiri í landskappingini í bestu deildini:

1. John Petersen 193 dystir 147 mál

2. Jákup á Borg 365 dystir 145 mál

3. Súni Fríði Barbá 244 dystir 140 mál

4. Kurt Mørkøre 228 dystir 138 mál

5. Arnbjørn Hansen 210 dystir 131 mál

6. Fróði Benjaminsen 386 dystir 128 mál

7. Christian Høgni Jacobsen 240 dystir 123 mál

8. Andrew av Fløtum 277 dystir 121 mál

9. Símun Petur Justinussen 247 dystir 117 mál

10. Uni Arge         159 dystir 112 mál

Listin yvir virknar leikarar, sum nærkast ”klubb 100”:

Heðin á Lakjuni 403 dystir 99 mál (ógreitt um hann spælir í 2015)

Hjalgrím Elttør 333 dystir 95 mál

Hans Pauli Samuelsen 309 dystir 93 mál

Sorin Anghel 300 dystir 90 mál

Klæmint A. Olsen 167 dystir 89 mál

Clayton Soares 170 dystir 83 mál

Súni Olsen 241 dystir 83 mál

Finnur Justinussen 150 dystir 82 mál

Kelda: FaroeSoccer

Harleywoodpaint