Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin peningur til tunnlarnar norður um fjall

John William Joensen

Enn einaferð mugu norðoyingar staðfesta at peningur er ikki tøkur til tunnlarnar norður um fjall.

Tá fíggjarlógin fyri 2007 varð samtykt í tinginum vóru eingir pengar játtaðir til tunnlarnar norður um fjall.

Tó var sagt at 26 milliónir krónur skuldu játtast í 2008.

Men nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fíggjarlógina fyri 2008 fram verður enn einaferð staðfest at eingir pengar eru at brúka í inniverandi árið – men at ætlanin er at brúka 10 milliónir í 2009.

Harleywoodpaint