Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin politisk semja um Føroyar sum eitt valdømi

John William Joensen

sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum tó ikki útihýsir møguleikanum fyri nývali

– Støðan í løtuni er tann at Rættarnevndin hjá Løgtingum er í ferð við at skriva trý álit í málinum.

– Ein minniluti mælir til at taka undir við broytingar-uppskotinum, sum vit tríggir samgonguleiðararnir komu til.

– Ein annar minniluti tekur undir við uppskotinum hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni.

– Ein triði minniluti vísir uppskotinum frá sær og er ímóti at skipað Føroyar sum eitt valdømi.

Eingin politisk semja
Løgmaður ásannar at ein meiriluti í tinginum vil hava Føroyar at verða eitt valdømi.

– Men av tí at ein meiriluti í samgonguni ikki ynskti hetta royndu vit tríggir formennirnir í samgonguflokkunum at finna eina semju.

– Men talan er sum so ikki um eina politiska semju, men vit vístu á ein møguleika – tó uttan at binda nakran sum helst.

– Tí er eingin politisk semja gjørd, men tað er klárt at eg ynski at samgongan skal halda fram eftir at uppskotið um eitt valdømi er avgreitt í tinginum.

Fer ikki at skrivað út nýval í tinginum
Hóast løgmaður í tíðindaskrivi fyrr hevur gjørt vart við at hann fer at skrivað út nýval um semjan, sum formennirnir í samgonguflokkunum gjørdu, ikki vinnur frama, so er Jóannes Eidesgaard ikki so avgjørdur nú.

– Um broytingaruppskotið ikki verður samtykt í tinginum so fari eg sum løgmaður ikki at útskrivað val fyri at forða fyri at uppskotið hjá Edmundi verður samtykt – men hinvegin kann avleiðingin av uppskotinum hjá Edmundi vera at vit fáa val í úrtíð.

– Tað er sum sagt ein meiriluti í tinginum, sum er fyri einum valdømi og tað kann eg sum Føroya løgmaður ikki gera nakað við.

– Men sum tað sær út í løtuni verður tað nokk sera trupult at fáa nøkur onnur mál framd um uppskotið hjá Edmundi verður samtykt og tá má eg so gera eina nýggja niðurstøðu um eg skal skrivað út nýval.

——–

Í tíðindaskrivið frá løgmannskrivstovuni fyri kortum skrivaði løgmaður m.a. soleiðis.

….. Vit ásanna, at tvinnir eru kostirnir.

1
Annar er, at eitt broytingaruppskot, um at lógin fyrst fær gildi eftir komandi løgtingsval, verður samtykt.

2
Hin møguleikin er at ásanna, at trupult verður at avgreiða mongu málini, ið vit hava sett okkum. Avleiðingin kann tá verða val í ótíð.