Tá eg tók við sum landsstýrismaður var einki skil á útlendingamálinum, men hetta málið er nú sett á skinnarar, segði Jógvan við Keldu tá Norðlýsið hitti hann aftaná fundin við Fólkaflokkin
Tað var ein avkláraður landsstýrismaður í innlendismálum sum júst var komin av fundi við Fólkaflokkin.
– Tað var ein samdur tingbólkur sum mælti til at eg skuldi leggja frá mær og teir skuldu so bjóða mær ein góðan tingsess.
– Formaðurin í Fólkaflokkinum, Annfinn Kallsberg, grundgav hetta við at løgmaður hevði ringt til hann einar tríggjar ferðir fyri at spyrja um hvat Fólkaflokkurin ætlaði at gera við Jógvan við Keldu.
– Jørgin Niclasen segði at eg havði verið ein góður maður fyri flokkin og tí skuldi eg sjálvandi fáa ein áhugaverdan tingsess og at tað hevði týdning fyri flokkin at vit vóru samdir.
– Eg boðaði frá at eg als ikki kundi góðtaka at Fólkaflokkurin lá flatur fyri Løgmanni.
– Eisini helt eg tað vera á sera lágum støði at flokkurin helt at fólk fóru at trúgva tí at veruliga orðsøkin var at yngri kreftir skuldu sleppa frammat.
Veruliga orðsøkin
Jógvan við Keldu sigur at hann leingi hevur havt trupuleikar av vantandi uppbakking frá flokkinum og løgmanni.
– Eg havi ferð eftir ferð mælt til at man politiskt fer inn og ger nakrar stórar og sterkar kommunalar eindir, fyri at styrkja økini í landinum sum í dag bløða út og alt harvið endar í høvuðsstaðnum.
– Eisini valdaði ruðuleiki á útlendingaøkinum tá eg kom í landsstýri. Øll sum søktu um innfarar loyvi fingu loyvi at koma inn í landið hóast vit høvdu vaksandi arbeiðsloysi og lógin greitt segði at atlit eiga at vera tikin fyri hesum.
– Heldur ikki her var ryggur í flokkinum og landsstýrinum og pressan slapp uttan hóasták at blása kensluligar søgur upp at seta dagsskránna hjá landsstýrinum og løgmanni.
– Hvørki Fólkaflokkurin ella løgmaður høvdu rygg til at loysa hesi tíðandi málini og so er klárt at eg mátti ofrast.




