Hóast Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin fáa framgongd í nýggju veljarakanningini hjá Gallup, so vísir Høgni Hoydal aftur møguleikan fyri samgongu við Miðflokkin.
Sambart veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, hevur Sambandsflokkurin størstu afturgongdina og far 19,5 prosent av atkvøðunum, móti 23,7 prosentum á seinasta løgtingsvali.
Tjóðveldisflokkurin fær sambært kanningini størstu undirtøkuna við 27,4 prosentum. Javnaðarflokkurin fær 21,1 prosent, Fólkaflokkurin 18,7 prosent, Miðflokkurin 11,2 prosent og Sjálvstýrisflokkurin 2,1 prosent.
Sambart veljarakanningini fáa Tjóðveldi og Miðflokkurin 13 tinglimir tilsamans og skal ikki so nóg til afturat fyri at skipa samgongu, men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum tekur frástøðu frá Miðflokkinum.
Standa styrktur eftir 266b
– Veljarakanningar skulu altíð takast við fyrivarni, men ein eigur at bíta merki í rákið sum tær vísa á og eg kann bara fegnast um, at veljaran hevur tikið undir við tí seriøsa andstøðupolitikkinum, sum vit hava sýnt seinasta valskeið.
– Tað sum eg eisini leggi til merkis er, at hóast tað hevur verið sera turbulent í flokkinum eftir 266b atkvøðuna í Løgtinginum, so vísir veljarakanningin klárt at vit valdu rætt.
– Flokkurin er komin styrktur burtur úr 266b málinum og tað fegnist eg um.
Fólk vilja hava loysing
– Samstundis fegnist eg um at samgongan missir undirtøku og tað kann bert tulkast sum at fólk vil hava veruligan politikk á dagskránna og ikki tann greytin sum vit hava sæð seinastu árini.
– Fólk vilja hava loysing og hana vil Tjóðveldisflokkurin fremja í komandi valskeiði.
Nei til Miðflokking
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sær ikki eina samgongu millum Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin sum ein møguleika.
– Avgjørt ikki. Tað er eingin loyna at síðan 266b málið var í tinginum er ein ávís polarisering farin fram millum Miðflokkin og Tjóðveldisflokkin.
– Serliga er tað demokratisku virðini, sum Tjóðveldisflokkurin stendur fyri, sum ikki kunnu sameinast við grundsjónarmiðini hjá Miðflokkinum og hetta kann ein ikki bara síggja burtur frá.
– Vit fara sjálvandi at skipa samgongu saman við onkrum av stóru flokkunum og tá er eingin møguleiki útihýstur – heldur ikki Sambandsflokkurin – tí á tjóðaskaparøkinum er ilt at síggja mun millum ABC flokkarnar.
Val í september
Høgni Hoyda sigur at hann vónar at løgmaður skrivar út val í september.
– Eg dugi ikki at síggja nakra meingin í at halda fram við verandi samgongu og tí havi eg heitt inniliga á løgmann um at skrivað út val sum skjótast.
– Eitt val í september hevði verið passandi, tí eg trúgvi at øll eru troytt av førda politikkinum.




