Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin trupulleiki at fíggja Oyggjaleikirnar 2017

John William Joensen

Politikarar ætla at hækka pensjónsaldurin við hálvum ári inntil hann kemur uppá 71 ár. Tað er í 2017. Hetta gongur væl upp við at forlodsfíggja oyggjaleikirnar, sum verða hildnir í 2017

Hetta kann tykjast at vera ein løgin heimur við politikarum sum poppa upp, ein fyri og annar eftir við uppskotum, her er eingin undantikin.

Ólavsøkupakkin hevur fingið ákoyringar av góðum grundum. Hann er bæði veikur, einkisigandi, har politikarar bara gera okkurt og so er hann herskin biti hjá fíggjarliga veika liðinum, sum gerst veikari.

Føroyar skuldu vera av fremstu tjóðum í 2015 segði fyrrverandi løgmaður, Jóannes Ejdesgaard. Aðrir politikarar hava ferð eftir ferð tikið til, at fáa vit ikki lagt allar stovnar í høvuðsstaðin, verða vit ikki fremstir. Hetta hevur ikki víst seg at verið vegurin.

Høgni Hoydal og Edmund Joensen gera royndir, hvør í sínum lagi, at gera løgmanni lívið súrt, meðan aðrir politikarar sita og halda tað er bara ílagi og flenna í krókunum.

Fiskivinnan hevur seinnu árini fingið niðursáplan frá fólki, sum gongur og trýr, at hann hevur ongan týdning, hóast sjálvt íslendskir frøðingar, eftir skrædlið eru komnir til, at: “Nú er fiskivinnan aftur so gott sum einasta grundarlagið undir tjóðini.

Hevur sentralisman inn í høvuðsstaðin ikki gjørt stórar partar av okkara samfelagi í øðrviti!

Skulu vit meta um førleikan hjá okkara politiska stystemi at reka landið, so ber til í øllum førum at koma við ein uppskoti, tað er, at um pensjónsaldurin verður hækkaður við hálvum ári inntil hann lendir á 71 árum, fæst peningur til at forlodsfíggja oyggjaleikirnar í 2017. Hetta gongur jú upp. So kann sjálvt Sjálvstýrisflokkurin eisini fegnast um eitt gott uppskot. Ja, og restar so peningur, ber til at taka restina av tí politikarar hava lækkað medisintilskotið hjá pensjónistum.

Hóskiligt kann vera til seinast at nevna, at fyrr í tíðini, tá var kanska alt ikki so gott, stóð oftast onkrar stovuhurð: “Lívsins sigling er hørð”. Henda talva kann nú hóskandi verða útskift við: “Vi sejler op at åen, sejler ned ad igen. Den må vi ha’endnu engang, Det er endnu en dejlig sang….”!

Harleywoodpaint