Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin veit hvat hendir við Kommunulækna-vaktini

John William Joensen

Tá kommunulækna-viðtalurnar í Norðoyggjum stongja mánadagin kl. 16 er eingin vakt í Norðoyggjum

Læknar, sum Norðlýsið hevur tosað við standa púra spyrjandi nú nýggja vaktarskipanin fer av bakkastokkið mánadagin.
Tá verður læknavaktirnar kring um í landinum niðurlagdar og í norðoyggjum verður eingin á vakt eftir miðnátt – uttan ein lækni á landssjúkrahúsinum.

Nýtt telefonnummar???
Tá verður tað soleiðis at ein læknavakt kemur at sita á Landssjúkrahúsinum og svara telefonini, men hvat nummar hendan telefonin hevur veit eingin at siga. Tó verður sagt at lýsingarnar verða sendar fjølmiðlunum mánadagin, og tað má sigast at vera sera seint tá skipanin fer í gongd sama dag.

Læknavaktin í norðoyggjum nógv skerd
Ì dag er altíð ein lækni á vakt í Norðoyggjum, men nýggja skipanin, sum so at siga einki hevur verið at hoyrt um, førir við sær at eingin lækni verður á vakt í norðoyggjum.
– Frá kl. 16 til miðnátt svarar læknavaktin á Landssjúkrahúsinum og umframt hana skulu øll læknaøkini frá suðurstreymoy til vágarnar og Norðoyggjar samstarva um tvær læknavaktir.
– Hesar báðar lækanvaktirnar skulu so eftir boðum frá Landssjúkrahúsinum koyra út har tað er neyðugt og dekka hesirbáðir læknarnir so at siga allar Føroyar – uttan Suðuroy og Sandoy. 

Eftir miðnátt er bara ein lækni á vakt hjá 90% av føroyingum
Læknin á landssjúkrahúsinum er á vakt frá kl. 16 um dagin til kl. 8 um morgunin og eftir miðnátt er eingin annar á vakt í øllum Føroya landið uttan á Sandoynni og Suðuroynni.
Er nakað átrokandi á vási – verður ringt til Klaksvíkar Sjúkrahús, sum síðani fer út við sjúkrabili. Landssjúkrahúsið dekkar tað sum sjúkrahúsið í Klaksvík ikki dekkar.

Hetta er ein kollvelting av læknavaktarskipannini og tað at so stillisliga er farið fram við broytingunum, gevur eina ábending um at myndugleikarnir ikki hava vilja fingið eitt alment kjak um skipaninna.
Tað er tó sera løgið at als einki hevur verið at sæð í fjølmiðlunum – um hvar fólk skulu venda sær fyri at fáa fatur á vaktini á Landssjúkrahúsinum.
Men sagt verður, at ein lýsingarherfer fer í gongd mánadagin – og tá er sjálvandi ov seint hjá almenninginum at hava nakra meingin um nýggju skipaninna.

Fyri okkum í Norðoyggjum – kunnu vit bara heilsað og sigað – at tað er als ikki nøktandi at vit skulu ringja til landssjúkrahúsið fyri at fáa lækna at hyggja til okkum,

At man so eisini hevur avgjørt einki alment at hava frammi um skiftið millum skipannirnar – er undir alt lágmark og sera ørkimlandi fyri okkum borgarar og teir læknar, sum skulu arbeiða undir hesi skipan.

JWJ