Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin viðmerking frá leiðsluni í Tórshavnar Kommunu

John William Joensen

Í stuttum tíðindabrævið til norðlýsið týsmorgunin boðaði Tórshavnar Kommuna frá at í samband við at kommunan hevði sett í verk kanning av rakstrinum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 viðvíkjandi árunum 2012 og 2013 var úrslitið av kanningini “…at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum hevur elvt til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram. Kommunan hevur tí í dag heitt á løgregluna um at kanna hesi viðurskifti…..”

So at siga einki er komið út til almenningin um málið hóast ein kommuna er ein almennur stovnur og tann sum er meldaður til politiið er og hevur verið býráðspolitikari.

Norðlýsið fekk tá málið kom fram hendir á einum brævið, sum knýtir saman málið á Frítíðarsskúlanum í Hoyvík við býráðsarbeiði. M.a. verður í brævinum sagt at leiðslan í býráðnum skal hava givið býráðsliminum tilboð um at rinda pening aftur áðrenn hálvan desember í fjør, so skuldi “alt” verða “ok”.

Vit høvdu ynskt at spurt leiðsluna í Tórshavnar Kommunu um hesi viðurskifti, men enn hava vit ikki fingið orði á leiðsluna. Vit royndu aftur í morgun, men boðini vóru at borgarstjórin og kommunustjórin sita á fundi allan dag.