Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eingir pengar til íløgur ella nýggja útgerð til Tekniska Skúla, Sjónám og HF í Klaksvík

John William Joensen

Eingir pengar eru til íløgur í Tekniska Skúla í Klaksvík, Sjónám og Klaksvíkar HF-skeið.

Partar av útgerðini í Tekniska skúla í Klaksvík er gomul, og er tørvur á at endurnýggja ein part av henni fyri at varðveita dygdargóða útbúgvingartilboðið á skúlanum
 
Samlaða játtanin til teir tríggjar samanlagdu skúlarnar í Klaksvík, Tekniski Skúli, HF-skeið og Sjónám var sambært landsroknskapinum 2017  tilsamans  kr. (mió)  35.073 og verður sambært fíggjarætlanini fyri 2019 einans kr. (mió) 33.380,-
 
Í júst framløgdu fíggjarætlanini hevur landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hesa viðmerking til Tekniska Skúla í Klaksvík:

Handverksyrkið er í støðugari menning, og er tørvur tí støðugt á at dagføra útgerðina á teknisku skúlunum. Partar av útgerðini í Tekniska skúla í Klaksvík er gomul, og er tørvur á at endurnýggja ein part av henni fyri at varðveita dygdargóða útbúgvingartilboðið á skúlanum.
Í 2019 er eingin játtan til endamálið
 
 
 
Tekniski skulin Klaksvík
 
Rokns. 2017  Játtan 2018       Fíggjarætlan 2019
 
25.490             24.800             25.300
 
 
Sjónám Klaksvík (Sjómannskúlin)
Rokns. 2017  Játtan 2018       Fíggjarætlan 2019
3.826               3.290               3.200
 
Sjónám Klaksvík (Trygdarmiðstøðin og skeiðvirksemið)
Rokns. 2017  Játtan 2018       Fíggjarætlan 2019
1.658               1.500               1.580
 
 
 
 
Klaksvíkar HF-skeið (hoyrir undir miðnámsskúlan á Kambsdali,  men heldur til á Tekniska Skúla í Klaksvík.)
 
Roknsk.           Játta                Fíggjaræ.
2017                2018                2019
4.099               3.400               3.300

* Roknskap 2016 var játtanin 4.501  
 
 
Tekniski Skúli, HF-skeið, Sjónám (Trygdarmiðstøðin og Sjómannskúlin til samans)
 
Roknskap        Játtan              Fíggjarætlan
2017                2018                2019
 
35.073             32.990             33.380