Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum í gjár kvetti snórin á fegjuleguni á Syðradali.
Hóast frískt lot og arbeiðisdagur, so høvdu umleið 300 fólk leitað sær til Syðradals, tá nýggja ferjulegan har var tikin í nýtslu, samstundis sum Sam yvirtók rutuna sum Barsskor hevur røkt higartil.
Magni Garðalíð, bygdaráðsformaður á Húsum sigur, at tey vóru sera væl nøgd við hátíðarhaldið. Landsverkfrøðingurin, sum stóð fyri hátíðarhaldinum, hevði borið so í bandið, at allur matur, sum var borðreiddur var umbiðin á Kalsoynni. Skótarnir stóðu fyri breyði við føroyskum viðskera á ferjuleguni á Syðradali, ímeðan tað vórðu fólk av Húsum, sum stóðu fyri matgerðini har.
Í øllum hesum hava vit havt eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar Kommunu, sigur Magni Garðalíð og tað eiga teir stóra tøkk uppiborna fyri.
Uppá fyrispurning okkara um hvussu nógv fólk vóru til borðs á Húsum, sigur Magni Garðalíð, bygdarráðsformaður, at tey halda at umleið 200 døgurðar vórðu borðreiddir og tað er nógv eftir mínum tykki, tí hetta var mitt í viku og tí arbeiðisdagur, so vit á Húsum og á Syðradali eru sera væl nøgd.
Tá vit ringdu til Magna Garðalíð, var hann á veg til Havnar, hann var farin við bili sínum av húsum og var júst komin til havnar tá vit fingu fatur á honum.
Magni Garðalíð sigur annars, at frammanundan mátti bilurin standa antin á kajini í Klaksvík ella á Lorvík og um hann leggur arbeiði sítt væl tilrættis, so ber til at fara beinleiðis av kalsoynni og til Lorvíkar, so tú kanst ætla at hetta eru stórbroytingar hjá okkum, sigur Magni Garðalíð at enda.




