Tað verður eingin kapping hjá 6-mannaførum við kvinnum á Norðoyastevnu og møguliga ikki í ár yvirhøvur.
Tað verður eingin kapping hjá 6-mannaførum við kvinnum áNorðoyastevnu og møguliga ikki í ár yvirhøvur.
Tilmeldingarfreistin til Norðoaystevnu er farin og hóast samlaðatalið fyri manningar er størri enn í fjør, so stendur illa til íhægstu bátastøddini hjá kvinnum. Tí einki 6-mannafar hevurmeldað til og møguliga verður eingin róður hjá hesibátastøddini í summar. Jan Herman Hansen er formaður í RSF.
– Tað var soleiðis, at Sølmundur, Jarnbardur og Sundabáturin vórumannaðir. Men so datt tað niðurfyri hjá bæði Sølmundi ogJarnbardi, og tað gjørdi so, at tær á Sundabátinum fóru niður í5-mannaførini við kvinnum, har tær rógva við Rituni. So nú muguvit bara síggja, hvussu verður í summar. Melda tvær manningarella meir til, so vera kappingar og um ikki, so verður eingin róðurí hesi bátastøddini í ár, sigur Jan Herman Hansen viðNorðlýsið. Hann heldur at hetta ikki kemur so óvæntað á, tírákið hevur verið tann vegin seinastu árini, har fáir bátarhava luttikið í hesi bátastøddini. Hann heldur tó ikki, at neyðugt er at fara í panikk og tosa um at niðurleggja hesa bátastøddina fyri alla framtíðina.




