Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki at fara eftir hjá Havfrúnni

Jákup Ósá

Formaðurin í RSF sigur við Norðlýsið, at alt fór fram sambært reglunum í ólavsøku. Tí er lítið at fara eftir ella finnast at hjá 5-mannafarinum Havfrúnni.

Formaðurin í RSF sigur við Norðlýsið, at alt fór fram sambært reglunum í ólavsøku. Tí er lítið at fara eftir ella finnast at hjá 5-mannafarinum Havfrúnni.

Kvinnumanningin á Havfrúnni hevur sent kæru inn um róðurin á ólavsøku, har tær fingu reytt kort í umróðrinum fyri tjóvstart og harvið ikki fingu nakað stig. Formaðurin í Róðrarsambandinum (RSF) sigur, at RSF enn ikki hevur eftirmett ólavsøkuna og ei heldur tosað um kæruna.

– Kærur skulu vera inni í seinasta lagi 3 døgn eftir at róðurin hevur verið, so nevndin hevur vanliga ikki fund fyrr enn freistin er farin, tí fleiri kærur kunnu koma inn. Síðani hyggja vit eftir, um kæran uppfyllir øll krøvini, sigur Jan Herman Hansen.


Ein gjøgnumhugsað dómara avgerð

Sambært formanninum í RSF, so var avgerðin um at geva Havfrúnni reytt kort væl gjøgnumhugsað, har fleiri persónar vóru við í avgerðini, og har høvuðsdómarin tók sær tíð til at taka avgerðina.

– Tað er soleiðis, at til ein róður eru tveir høvuðsdómarar, ein startdómari, ein hjálpari og ein maður aftanfyri stengurnar, sum á ólavsøku stendur í skúlagarðinum, tí hann sær so væl har frá. Áðrenn bátar leggja til start, verður eitt standard skriv lisið upp av start dómaranum. Har stendur m.a. at eingin krøkir úr fyrr enn skotið fer. Tá skotið so fór í umróðrinum, so hoyrdi eg minst tríggjar av dómarunum/halparunum rópa tjóvstart. Eru ivamál, so fellur tað altíð rógvaranum til góðar. Men greitt er, at ein tjóvstartur ikki kann gerast av óvart og tað vildi ikki verið rætt, at róð víðari og ein bátur vann, ið tjóvstartaði, sigur Jan Herman Hansen.

Kritikkur hevur verið vendur ímóti, at tað gingu 32 sekund áðrenn skotið bleiv av og at reglarnir einans loyva at skjóta av eftir 20 sekundum. Men hetta er ein misskiljing av reglunum, sigur formaðurin.

– Hatta er ein misskiljing. Startdómarin eigur fyrstu 20 sekundini, men høvuðsdómarin er altíð omanfyri. Hann kann altíð skjóta av, men í hesum førinum ráførdi hann seg hjá fleiri av hinum dómarunum/hjálparfólkunum. Síðani skal hann taka revolvarin fram og løða. Tí tekur tað í hesum føri 32 sekund, men sambært reglunum er einki í vegin fyri at gera hetta, sigur Jan Herman Hansen.

Samstundis svarar hann soleiðis, tá vit spyrja, um reytt kort í umróðrinum eisini skal ganga útyvir fyrra róðurin.

– Vit hava ikki serreglur fyri umróðrar innan ávaringarskipanina og tí eru somu reglur galdandi tá. So tað er eisini galdandi fyri umróðurin, tí einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, sigur formaðurin í RSF.

Harmast kritikkin móti RSF

Jan Herman Hansen harmast annars um kritikkin, sum hevur verið vendur móti RSF í ár.

– Í flestu førum er talan um fáar nevndarlimir ella aðrar viðmerkjarar. Ofta halda fólk seg vita væl, men í veruleikanum ana tey ikki, hvat tey tosa um. Vit í RSF eru til fyri kappróðurin og vilja honum tað besta. Ofta verður tað sett upp sum vit eru stórsti fíggindin hjá kappróðrinum, og tað er spell. Eg haldi ikki tað er komið fyri í ár, at nakar hevur vent sær til mín á stevnu við góðum hugskotum ella at sagt sína hjartans meining. Ístaðin velja tey ta løttu loysnina og fara út á facebook at skriva. Eg plagi m.a. at vera runt í í nestum og vitja gjøgnum summarið og viðhvørt følir man seg heilt óynsktan. T.d. var eg í einum nesti í ár, har eingin segði hvørki góðan dag, hey ella annan vanligan vælkomandi setning. Tað er ein óhugalig uppliving, tá ein følir seg óynsktan, sigur Jan Herman Hansen.

Kundu ikki gjørt annarleiðis

Spurdur um RSF kundi arbeitt annarleiðis í summar ella framyvir, so sigur Jan Herman soleiðis.

– Útfrá fortreytunum høvdu vit gjørt júst tað sama. Men framyvir koma vit at stramma upp í krøvunum til fyriskipararnar. Har hugsi eg um t.d. minstu mørk til útgerð á stevnum. Megna hesi feløgini ikki at liva upp til tað, so mugu onnur pláss fáa FM stevnurnar ístaðin, sigur Jan Herman.

Hann leggur afturat, at samstarvið í RSF er fyrimyndarliga gott og at nevndin altíð er opin fyri góðum hugskotum innan føroyskan kappróður.