Tað gjørdi nýggi formaður Sjálvstýrisfloksins Jógvan Skorheim krystall klárt á pallborðsfundinum í Miðlahúsinum hóskvøldið tá spurningurin um fátækdømi í Føroyum var umrøtt.
Gav lyfti
Hann gjørdi greitt, at Sjálvstýrisflokkurin fór ikki í nakra samgongu, uttan at tann bólkurin sum livir undir fátækramarkinum verður lyftur uppá á eitt sømiligt støði, og tað bleiv gjørt greitt, at einki barn í Føroyum skal liva í fátækradømi! Hetta skal við í eitt komandi samgonguskjal, segði formaður Sjálvstýrisfloksins.
Á pallborðsfundinum segði Jógvan Skorheim, at tað er ómetaliga svárt at síggja, at fólk liva undir fátækarmarkið.
Skjót hjálp
Neyðugt er tí við skjótari hjálp, og hetta skal gerast í trimum stigum:
-
At hjálpa teimum, ið liva undir fátækramarkinum fíggjarliga beinanvegin.
-
At geva fólki møguleika at fáa sær útbúgving, og soleiðis gera møguleikarnar størri at taka sær av sær og sínum.
-
At gera ein langtíðarætlan, ið tekur hædd fyri tí aktuella tørvinum og hvussu vit lyfta hesi, soleiðis at tey á jøvnum føti við onnur í samfelagnum, kunnu taka sær av sínari familju.
Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti eisini á, at eingin ynskir at dúva upp á olmussu, men øll hava eitt ynski um at geva aftur til samfelagið og verða við til at byggja land.




