Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki ber til hjá KÍ í løtuni

Jákup Ósá

 Heldur ikki móti niðasta liðinum í Effodeildini eydnaðist tað KÍ at fáa stig.

07Vestur kom á odda beinanvegin við langskoti frá Tór-Ingar Akselsen. KÍ reisti seg tó og var betra liðið restina av fyrra hálvleiki. KÍ javnaði, tá Hjalgrím Elttør legði innfyri til Páll A. Klettskarð, ið javnaði til 1-1.

Í seinna hálvleiki vendist gongdin og KÍ misti takið. 07Vestur tók yvir og um miðjan seinna hálvleik skoraði Tór-Ingar Akselsen við beinleiðis frísparki. 2-1 var eisini endaliga støðan. Við hesum úrslitinum nærkast KÍ botnstríðnum og hava framvegis bara vunnið ein dyst í landskappingini síðani 1.apríl.