Í umrøðuni av herverksmálunum brúktu vit her á Norðlýsinum m.a. gamlar myndir av løgregluni, og skulu vit gera vart við at privatpersónarnir á myndunum ikki hava tilknýti til málið
Av politistøðini verður sagt at tað er einki nýtt komið fram um herverksmálini.
– Vit arbeiða áhaldandi at finna út av hvørjir persónarnir eru, men í løtuni er einki nýtt at frætta, var sagt av Politistøðini seinrapartin.
Savnsmynd
Ì einum av greinastubbunum um politimálini nýttu vit savnsmynd av løgreglumonnum sum eru tiknar í øðrum sambandi.
Tað verður sjálvandi nógv gitt millum mannað um hvørjir herverksmennirnir munnu vera og vit skulu gera vart við at teir persónar sum av tilvild eru á myndunum einki hava við sakirnar at gera.
jwj




