Allir favorittarnir greiddu sína skyldu í 1/8 finalunum í kappingini um løgmanssteypið.
Allir favorittarnir greiddu sína skyldu í 1/8 finalunum í kappingini um løgmanssteypið.
Størstu favorittarnir vóru HB, KÍ og B36. Hóast øll trý greiddu sína skyldu uttan trupulleikar, so vunnu tey ikki so nógv, sum Norðlýsið tippaði undan umfarinum. Men bæði B36 og HB vóru á veg til at liva upp til væntaðu úrslitini í hálvleikinum, so helst er tað eitt tekin um, at løgdu tey í, so kundu tey skorað nógv mál afturat í seinna hálvleiki. Helst hava tey raðfest hægri at sleppa undan skaðum og kortum.
Víkingur, ÍF, TB/FC Suðuroy/Royn og NSÍ vunnu eisini eins og væntað, hóast tey høvdu nakað truplari uppgávu. Óvæntaða úrslitið kom ikki, hóast fleiri mettu, at tað kundi henda á Argjum. Tað var eisini nærmast við á Argjum, men oddaliðið úr Suðuroynni fekk enn ein sigur og vann tepran 1-0 sigur. Í seinasta dystinum millum EB/Streym og Skála var eingin greiður favorittur. Dysturin endaði eisini við javnleiki og brotssparkskappingina vann EB/Streymur, ið hevur sterka siðvenju í steypakappingini. Niðast í greinini kann besta brotssparkið í dystinum síggjast. Tað skeyt Poul G. Olsen. Rúni Dam eigur upptøkuna.
Liðini, ið vera í pottinum, í 3-2 sendingini mánakvøldið vera tí øll úr Effodeildini, tá drigið verður um, hvussu spælast skal í kvartfinalunum. Tey vera Víkingur, KÍ, NSÍ, B36, HB, ÍF, TB/FC Suðuroy og EB/Streymur.




