Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki samsvar millum orð og gerðir!

Hanna Jensen

Tá útgreiningin frá Uttanríkistænastuni undir Løgmansskrivstovuni “Føroyar eitt land í Arktis” varð løgd fram, segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, soleiðis við Portalin 11. apríl: “Føroyar skulu gerast ein útgerðarmiðdepil í Norðuratlantshavi” og nú hevur løgmaður vegna Føroyar á fundi í Arktiska Ráðnum undirskrivað samstarvsavtaluna, “Arctic Marine Oil Pollution Preparedness and Response” tvs. um tilbúgving í sambandi við oljudálking.

Tá útgreiningin frá Uttanríkistænastuni undir Løgmansskrivstovuni “Føroyar eitt land í Arktis” varð løgd fram, segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, soleiðis við Portalin 11. apríl: “Føroyar skulu gerast ein útgerðarmiðdepil í Norðuratlantshavi” og nú hevur løgmaður vegna Føroyar á fundi í Arktiska Ráðnum undirskrivað samstarvsavtaluna, “Arctic Marine Oil Pollution Preparedness and Response” tvs. um tilbúgving í sambandi við oljudálking.

Útgreiningin ”Føroyar – eitt land í Arktis” staðfestir, at: ”Tilbúgvingarætlanin krevur eitt útgerðarstig, sum ikki er tøkt í landinum í dag…” og verður í Fylgiskjali 1 mælt til íløgur fyri fleiri milliónir í fleiri fylgjandi fíggjarár eins og rakstarupphæddir í mun til hesa útgerð verða kostnaðarmettar.

Dagur og Vika bar í gjárskvøldið tey tíðindi, at Landsverk sambært stjóranum, Ewald Kjølbro, frásigur sær at taka hesa ábyrgd á seg, nú eingin játtan er til hetta økið í ár og útgerð, fíggjarorka og førleiki annars ikki er nøktandi í Føroyum í dag. Og tað má metast at vera ein dygd, at fakkunnleikin rópar varskó, tá ósamsvar er ímillum ábyrgd og so realistiskan møguleika at liva upp til ábyrgdina.

Hetta er ein margháttlig støða, tí hetta er aðru ferð, at løgmaður undirskrivar tílíkar avtalur um Arktiska økið vegna Føroyar. Fyrru ferð var tað SAR avtalan í Nuuk í 2011 um leiting og bjarging. Framsókn hevur longu 2 ferðir spurt løgmann eftir kósini í hesum máli: í januar í ár, tá Poul Michelsen m.a. setti spurningin: “Ætlar landsstýrið – meðan samráðingarnar eru við donsku stjórnina um at yvirtaka loftrúmið – at krevja, part av árliga gjaldinum ?” og fekk hetta svar: “Tað hevur ikki verið umrøtt at krevja part av árliga gjaldinum” –tvs. gjaldinum sum Danmark og Ísland fáa fyri at flogfør flúgva í føroyskum loftrúmi. Tað áhugaverda í hesum er jú, at lond kunnu ikki hava yvirskot av loftferðslu, men at peningurin skal nýtast til m.a. loftferðslutænastu, veðurtænastu og tilbúgving

Og nú 24. apríl spurdi undirritaða løgmann m.a.:

“Eru ætlanir at skunda undir yvirtøku av føroyska loftrúminum, nú útgreiningin “Føroyar eitt land í Arktis” vísir á stórar avbjóðingar fyri føroyska samfelagið í mun til m.a. Search and Rescue?”

“Eru ætlanir um at arbeiða við at tryggja føroyska samfelagnum tær inntøkur, sum eru av loftferðsluni í føroyska loftrúminum fyri at menna m.a. Search and Rescue?”

Svarini vóru m.a. hesi:

“Hinvegin er eingin beinleiðis ætlan um at tvinna hetta saman við møguligari yvirtøku av føroyska loftrúminum.”

Og:“Um loftferðsluøkið kring Føroyar gerst sjálvstøðugt tænastuøki (Flight Information Region) til flogfør, sum flúgva ígjøgnum okkara loftrúm, verður tikið tænastugjald, ið m.a. kann leggja upp fyri útreiðslum til tilbúgving. Tað er tó sera óvist, um loftrúmið kring Føroyar kann skipast í sjálvstøðugt tænastuøki. Letur hetta seg ikki gera, verður ístaðin neyðugt at taka upp samráðingar við tey, ið umsita loftrúmið yvir Føroyum, um at Føroyar fáa lut í inntøkunum, sum eru av loftferðsluni. Sum nevnt, haldi eg tó, at vit eiga at bíða eftir frágreiðingini um yvirtøku av loftrúminum, áðrenn vit gera av, hvussu næsti leikur skal fara fram.”

Tað, sum undrar okkum mest, er, at føroyskir myndugleikar og avvarðandi enn vita so lítið um, hvussu inntøkur, sum føroyska samfelagið hevur rætt til fyri ferðslu í føroyska loftrúminum, kunnu tryggjast føroyska samfelagnum – serliga tá tað eru júst inntøkur og játtan, sum mangla og inntøkur, sum skulu oyramerkjast til m.a. Search and Rescue. Inntøkur sum høvdu gjørt mun, um vit í framtíðini skulu uppfylla ta ábyrgd, vit nú hava átikið okkum við at skriva undir tveir sáttmálar um tilbúgvingarsamstarv í Arktiska økinum. Og tað er undrunarvert, hvussu lítil framdrift er at hóma – at bestu ráðini eru at bíða!

Í besta føri tykist vilji vera at kanna ymiskar møguleikar. Men hvar er kósin? Hvagar ætla vit okkum í hesum? Vilja vit bara sita aftanfyri, meðan onnur samráðast um øki, sum vit eiga partar av – bæði okkara undirgrund, havøki og okkara loftrúm? Hví arbeiða vit ikki miðvíst og kvika okkum at tryggja okkum – í minsta lagi tær inntøkur vit av røttum eiga og so eisini nýggjar inntøkur, nú so stórt fokus er á økið beint við okkum? Hví vita vit so lítið um okkara loftrúm: gjøld, inntøkur, størv v.m.? Verður leikluturin bara at skriva undir og lova orð, men ikki seta neyðugan pening av til at gera tað, sum liggur aftanfyri orðini í einum sáttmála? Og onga ávirkan hava og ongar inntøkur at fáa?

Framsókn vil nógv meira fyri Føroyar sum part av Arktiska økinum og fyri Føroyar á altjóða pallinum!

Hanna Jensen

Tingkvinna fyri Framsókn

Lesið fyrispurningar frá Framsókn í hesum máli:

http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=765&menuChanged=17

http://www.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=333&menuChanged=55

Harleyfacadeacryl