Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eirikur: Samráðingarnar hava gingið væl

Jóhann Lützen

Tað hava verið samráðingar í gjár og í dag. Avtalað er at hittast aftur 29. desember við máli um at fáa eina avtalu í lag, sigur Eirikur í Jákupsstovu fiskimálaráðharri við Norðlýsið

 

Samráðingar eru millum Føroyar og Rusland um fiskivinnusamstarv. Vit hava vent okkum til fiskivinnumálaráðharran at frætta nærri. 

Tað hava verið samráðingar í gjár og í dag. Samráðingarnar hava gingið væl. Tað gongur altíð seinni, tá samráðingar eru á talgildum palli. Seinastu árini hava hesar samráðingarnar tikið 4-5 dagar. Higartil eru tveir dagar brúktir. Avtalað er at hittast aftur 29. desember við máli um at fáa eina avtalu í lag, sigur Eirikur í Jákupstovu við Norðlýsið