Tað er ikki bara í Føroyum at arbeitt verður við eini nýskipan av fiskivinnuni. Á sumri í fjør setti táverandi norski fiskimálaráðharrin Elisabeth Aspaker eina nevnd at eftirmeta norsku kvotaskipanina og at koma við uppskotum um broytingar.
Umframt at eftirmeta kvotaskipanina, er hitt høvuðsevnið í arbeiðssetninginum, at meta um hvussu stór tilfeingisrentan er í norsku fiskivinnuni, og hvussu tað almenna kann fáa ein part av henni.
Tá nevndin varð sett, segði Elisabeth Aspaker, at endamálið er at kanna, um tað finnast aðrar kvotaskipanir, sum kunnu skapa betri lønsemi í fiskiflotanum og gera umstøðurnar meira lagaligar og smidligar.
Uppboðssøla er ikki á skránni í fiskivinnupolitiska orðaskiftinum í Noregi. Tann sonevnda Eidesen nevndin fer eftir ætlan at leggja sína frágreiðing fram í september.
Núverandi fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, segði á eini ráðstevnu herfyri, at lønsemið í norsku fiskivinnuni er munandi batnað seinastu árini, og tí er spurningurin, um tað almenna ikki skal hava ein part av tilfeingisrentuni, sum higartil er farin til reiðararnar og útjaðaran.
“Vit mugu fáa greiðu á hvussu stór tilfeingisrentan er, hvussu stóran part av hesum samfelagið skal hava, og hvussu afturberingin skal fara fram,” segði Per Sandberg.




