Í gjár og í dag hevur 200 ára dagurin fyri bygdini Syðradali á Kalsoynni verið hildin. Stóri fólksligi dagiurin var í gjár, leygardagin, tá byrjað var snimma á morgni við morgunborðhaldi, sum Húsar Kommuna bjóðaði á Syðradali. Síðani gingu tiltøk, útferðir, framsýningar og annað hvørt eftir øðrum líka til kvøldsetan, ið Bjørn Kalsø stílaði fyri um 19 tíðina setti punktum fyri almennu tiltøkunum.
Veðrið var av tí allar besta, ið hugsast kann frá morgunstundini og til vit fóru av syðradali við Sam tá klokkuni nærkaðist 11 á kvøldi. Hóast vit ikki fingu allan dagin við, so fingu vit framýningarnar og blíðskapin við, har øll húsini stóðu at kalla opin fyri gestum. Nógv var prátað um bygdir, ætt og kennskap. Ikki minst vóru fornminnir uppi og vendu.
Á kvøldsetuni, sum Bjørn skipaði fyri, vóru røður hildnar. Signhild Vilhelmsdóttir, býráðslimur í Klaksvík hugleiddi um bygdina og sína tí, tá hon plagdi at ganga við posti. Marjun Lómaklett, prestur, hevði sera áhugaverda røðu, ið eisini hevði ein søguligan dám har hon greiddi frá eitt nú umstøðunum hjá kirkjuni og prestunum, bæði á Blankskála, Syðradali, Húsum og aðrastaðni. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík greiddi frá um tilgongdina við kommunusamanleggingini, nú Húsar og Syðradalur fara upp í Klaksvíkar Kommunu.
Harald, Hanna og Terji stóðu fyri felagssanginum við harmonikuspæli og forsangi í meðan Signar í Homrum hevði áhugavert tónleikainnlegg. Bjørn Kalsø endaði kvøldið.
Her nakrar myndir frá tiltakinum




