Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt av heilt stóru fótbóltskvøldunum í Føroyum

Jákup Ósá

Mongu áskoðararnir á nærum fullsetta Tórsvølli fingu eina framúr uppliving á Tórsvølli.

4584 áskoðarar vóru á Tórsvølli og teir settu sín dám á. Framúr stemningur, sum bara bleiv betri sum dysturin leið.

Í fyrra hálvleiki kom einki mál. Molde hevði tveir teir størstu málmøguleikarnar, men KÍ var væl við og fleiri ferðir var nær við hjá KÍ. Árni Frederiksberg var nærmast við langskoti, ið helst hevði endað í málinum, um tað rakti málið, tí málverjin fór á glið.

Í seinna hálvleiki legði Molde seg á odda 1-0 eftir frálíkt spæl. Men KÍ reisti seg aftur og í 64. minutti javnaði Árni Frederiksberg hegnisliga, tá málverjin væntaði innlegg. Og tað bleiv enn betri, tí í 86. minutti skoraði Árni Frederiksberg aftur, hesaferð við høgra beininum og so mundi gleðin á áskoðarunum ongan enda tikið.

Bæði liðini høvdu málmøguleikar síðst í dystinum, men tað endaði 2-1 til KÍ. Eitt sera flott úrslit, hóast ein dystur er eftir enn, har Molde er stórfavorittur at vinna. Óansæð hvat tað endar har, so var hetta eitt av heilt stóru kvøldunum í Føroyum í altjóða fótbólti. Og ein góð byrjan á Tórsvølli, har KÍ seinni í ár skal spæla play-off dyst og tríggjar heimadystir í bólkaspælinum.