Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt bakkast sum tó var væntandi

John William Joensen

sigur Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum, sum hevur fylgt oljuleitingini undir Føroyum síðan fyrsta útbjóðingarumfar.

– Eg má siga sum er, at eg hevði ikki roknað við góðum tíðindum frá seinasta brunninum, tí tað hevur alla tíðina verið ringur stemningur og trupuleikar kring royndarborðingina.

– Tá BP fór undir borðingina varð boðað frá at ætlanin var at borða niður á 4750 metrar og oljufeløgini vóru sera spent, tí eingin veit hvussu undirgrundin sær út niðanfyri 4000 metrar.

– Tí undrar tað meg at BP steðgar á einans 3000 metrum og sum eg skiljið so eru oljufeløgini sera vónbrotin.

– Tað kundi eisini verið áhugavert at sæð hvat BP hevur bundið seg til í sáttmálanum við Jarðfeingi, tí higartil hava royndarborðingarnar nátt tey mál, sum vóru sett í kortið frammanundan.

– Sambart BP hava teir eisini livað upp til tey krøv sum vóru sett í sáttmálanum.

Brynjað okkum við tolið.

Jan Muller sigur at hóast hetta var ein miseydnað royndarboring, so eiga vit at brynja okkum við toli.

– Hetlendingar boraðu 70 brunnar áðrenn teir funnu olju og norrmenn boraðu 30 brunnar.

– Hetta er einans sætta royndar borðingin í føroyskum øki og tí ivist eg onga løtu í at vit fara at finna olju – men tað kemur at taka tíð.

– BP segði eisini greitt frammanundan seinastu borðingini at møguleikin fyri at finna olju var einans mettur at verða 10%.

– Men tað er skuffandi, at borðingin steðgaði á einans 3000 metrum, tí hetta merkir so, at vit framhaldandi einki vita um, hvat goymir seg niðri á 4000 til 5000 metrum.