Mest sannlíkt vera 8 fólk í nýggja landsstýrinum.
Í Sosialinum mánadagin kom blaðstjórin Eirikur Lindenskov við einum boði uppá, hvussu eitt nýtt landsstýrið kann koma at síggja út. Hann væntar, at landsstýrið verður soleiðis mannað:
Løgmaður: Aksel V. Johannesen (Javnaðarflokkurin)
Mentamál: Rigmor Dam (Javnaðarflokkurin)
Fiskivinnumál: Eyðgunn Samuelsen (Javnaðarflokkurin)
Uttanríkismál: Høgni Hoydal (Tjóðveldi)
Fíggjarmál: Kristina Háfoss (Tjóðveldi)
Heilsu og almannamál: Sirið Stenberg (Tjóðveldi)
Vinnumál: Poul Michelsen (Framsókn)
Innlendismál: Jógvan Skorheim (Nýtt Sjálvstýri)
Síðani mánadagin hevur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, tó sagt, at tað er mest sannlíkt, at onkur annar enn hann sjálvur fer í landsstýrið fyri Framsókn. Sum skilst er eisini sannlíkt, at Tjóðveldi fer at senda eitt fólk úr Norðoyggjum í landsstýrið, tí flokkurin hevur ikki havt umboð í landsstýri ella løgtingi úr Norðoyggjum í fleiri ár og hevur brúk fyri at styrkjast í Norðoyggjum, har flokkurin ‘bara’ var 4. størsti flokkur til løgtingsvalið hesaferð, og eisini var einasti flokkur av teimum fýra stóru, sum einki umboð úr Norðoyggjum hevði í landsstýrinum ella løgtinginum í seinastu setu.
Greitt er tó, at almennu útmeldingarnar frá samráðingunum siga, at enn eru málsøkini ikki viðgjørd.




