Fyrsti blaðstjórin á Norðlýsinum var S.P. Zachariasen. Hann var føddur á Kirkju í 1887 og doyði í 1977. Sonur Simon Michael Zachariasen av kirkju, og Malenu Fredrikku, f. Simonsen úr Hattarvík. Giftur við Mariu, f. Henriksen úr Klaksvík. Læraraprógv í 1908. Lærari í Klaksvík 1914-53.
Fríggjadagin tann 16 apríl 1915 kom Norðlýsið út fyri fyrstu ferð, hettar var lokalblað hjá norðoyingum, og samstundis fyrsta føroyska lokalblaðið.
Um orðsøkina stendur í leiðaranum at : Tað hevur leingi verið ein saknur at vit uttanfyri Havnina hava eitt blað ið kann røkja okkara lokal áhugamál og okkara serligu bygdainteressur. Blaðið er ætlað at koma 14. Hvønn dag, og tað er ikki meiningin at blaðið skal vera partapolitiskt, men hýsa øllum áhugamálum. Blaðið skal eftir ætlan koma út bæði á føroyskum og donskum, men tá okkum manglar teir føroysku stavirnar, so kemur tað fyribils bert á donskum, til vit so hvørt hava skaffað okkum føroyskar stavir.
Fyrsti blaðstjórin
á Norðlýsinum
Blaðstjóri var S.P. Zachariasen. Hann var føddur á Kirkju í 1887 og doyði í 1977. Sonur Simon Michael Zachariasen av kirkju, og Malenu Fredrikku, f. Simonsen úr Hattarvík. Giftur við Mariu, f. Henriksen úr Klaksvík. Læraraprógv í 1908. Lærari í Klaksvík 1914-53. Formaður í Klaksvíkar sóknarstýri 1930-34. Løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum, uttan 3 ár, 1928-56. Stjóri Norðoya Sparikassa 1919-1976, blaðstjóri á Norðlýsinum 1915-1919 og í kommununi 1930-1962.
Meðan S.P. Zachariasen varð blaðstjóri, bleiv blaðið sagt at vera politiskt, tí blaðstjórin hevði tætt tilknýti til Sjálvsstýrisflokkin , og seinni stillaði hann upp og varð valdur á ting fyri flokkin. Norðlýsið kom ikki regluliga út, men steðgir vóru í. S.P. Zachariasen var blaðstjóri 1915-1920, 1935.
Í oktober sama ár 1915 kom eitt lokalblað út á Tvøroyri, Føroyatíðindi, fyrstuferð 23 okt. 1915. Tað hevði samstundis eisini nógv lokalt tilfar, avísin var í fyrstuni sjálvsstýrissinnað, men hálsaði um í 1923 og stuðlaði hereftir Sambandsflokkinum, avísin kom út til 1961.
Næsti blaðstjórin
á Norðlýsinum
var Hákun Djurhuus
Blaðstjóri 1936 – 1940-1945
Hákun Djurhuus, f 1908 í Tórshavn d. 1987. Sonur Joen Hendrik D. Poulsen úr Skúvoy og Armegard Mariu, f. Djurhuus úr Tórshavn. Giftur við Hjørdis, f. Kamban úr Tórshavn
Læraraprógv 1932 lærari ymsastaðni, men frá 1934 til 1976 lærari í Klaksvík.Sóknarstýrislimur 1943-51, 1955-58, sóknarstýrisformaður 1950-1951. Tingmaður fyri Fólkaflokkin 1946-1980. Landstýrismaður og Løgmaður 1963-1968, eisini Fólkatinginum. Undir krígnum varð avísin blaðstjórnað av Hákun Djurhuus, sum í stóran ein ávísan mun nýtti blaðið í sínum royndum at verða valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Men síðani umleið 1951 hevur blaðið ikki havt nakra ávísa politiska linju. Serligur dentur hevur verið lagdur á lokaltíðindi, og serlig áhugamál fyri norðoyggjar.
J. Símun Hansen
blaðstjóri 1951 til 1966
Joen Símun Hansen, f. 1912 í Klaksvík, d. 1986. Sonur Hans Christoffer Hansen og Henrikku Sofie, f. Joensen, bæði úr Klaksvík. Giftur við Margrethu f. Rasmussen av Kirkju. Læraraprógv 1938. Lærari ymsastaðni, frá 1950 til 1978 í Klaksvík. Símun skrivaði nógvar bøkur, Havið og Vit og Tey bygja land 1 – 7, umframt nógvc annað, hetta sæst eisini á Norðlýsinum, árini Símin blaðstjórnaði, nógvar søguligar greinar, og mentunnarligar greinar úr Norðoyggjum.
Óli Dahl,
blaðstjóri 1966 – 1974
Óli Dahl, f. 1915 í Funningi d. 1992. Sonur Henrik M. T. Dahl úr Funningi og Anna Sofia f. Poulsen úr Sandvík. Giftur við Jacobinu M. F. Johannesen úr Funningi. Læraraprógv 1938. Lærari ymsastaðni, í Klaksvík 1940-1945 og 1953-1982. Óli var eisini skrivandi maður, barnabøkur, skaldsøgu, yrkingar og sæst hettar eisini á Norðlýsinum.
Oliver Joensen og Eigil Hentze
4. oktober í 1974 var blaðstjóraskifti og ábyrgdarskifti á Norðlýsinum. Tann fríggjadagin kom Norðlýsið út við Eigil Hentze sum ábyrgdarblaðstjóra og Oliver Joensen sum blaðmanni og bókhaldara.




