Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt fitt lot gamlaárskvøld

Hanus Kjølbro

Í dag er eitt lágtrýst yvir Íslandi, og tað dregur luft til sín av leiðunum í miðjum Norðuratlantshavi. Tað fer sín veg í nátt eysturum og langt frá okkum. Í tess stað kemur eitt annað lágtrýst at standa í júst sama stað týskvøldið.

Tí rokna veðurfrøðingar, at soleiðis sum veðrið hevur verið seinnapartin í dag, verður eisini veðrið gamlaárskvøld – kanska eitt lítið sindur meira vindur.

Hvussu er so veðrið nú – seinnapartin sunnudag?

Inni á vedrid.fo er 6 veðurstøðir. Støðin í Mykineshólmi mátar 24 m/s í miðalvindi í løtuni (klokkan 15) úr útsynningi. Hinar 5 støðirnar siga frá minni vindi úr somu ætt – minst er á Kirkju, har eru 11 m/s. Ikki løgi, at hesin munur er, tí vindurin kemur til Mykineshólm fyrst, og hann skal upp um nógv fjøll, áðrenn hann er í Fugloy ella við hinar mátistøðirnar.

Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, soleiðis kunnu vit vænta veðrið seinasta kvøldið í árinum.

Gevið gætur, at tá ið lágtrýstini koma so nær okkum, skal bert heilt lítil broyting til, soleiðis at veðrið ikki verður sum spátt.

Vit fáa at síggja…