Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt flott barnatiltak á Norðoyastevnu

John William Joensen

Ein afturvendandi kritikkur av Norðoyastevnuni, hevur verið at tað eru ov fá tiltøk fyri børn.

Tað er nú einaferð soleiðis at flestu frítíðarfelagsskapir í Norðoyggjum nýta Norðoyastevnuna til at útvega pening.
Hetta hevur tí alstóran týdning, men hinvegin, so er tað eisini stórt spell at tað ikki eru fleiri tiltøk sum venda sær beinleiðis til børnini og serliga tey smæðstu.

Góð blanding
Í norðoyastevnuskránni í ár var lýst fyri einum stórum barnatiltaki í gomlu fimleikarhøllini.
Tað skal sigast beinanvegin at tiltakið varð eitt stórt upplivilsið fyri børnini og so sanniliga eisini fyri foreldrini.
Høvuðsnøvnini til tiltakið vóru Angela og Hannibal sum vit kenna úr sjónvarpinum, og so okkara egni Silvi.
Men teir baðir Finn Jóhannesen og Hans Michael í Mittúni dugdu eisini sera væl at fáa børnini at syngja við til kendar barnasangir og alt í alt mugu vit siga at tiltakið hevði eina sera góða blanding av undirhaldi og felagssangi.

Tríggjar sýningar
Á skránni var bert ein sýning men eftirspurningurin eftir atgongumerkjum var somikið stórur at tað bleiv til heilar tríggjar sýningar.
Hettar vísir eisini at tørvurin á tiltøkum fyri børn er rættuliga stórur, og tí skulu vit heita á fyrireikararnar um at halda á við at koma við góðum hugskotum.

Angela og
Hannibal sigraðu
Tiltakið byrjaði sum sagt við felagssangi, sum Finn og Hans Michael sera hegnisliga skipaðu fyri. Teir dugdu væl at fáa børnini at syngja við, so tá Angela og Hannibal komu á pallin var stemningurin í hæddini.
Klovnurin Hannibal, fekk børnini at flenna tá hann kom sovandi inn á pállin, og tað sást tíðuliga hvussu populer tey bæði eru millum børnini í Klaksvík.
Angela snakkað við børnini, og børnini bæði svaraðu og spurgdu afturímóti.
Framførslan hjá teimum baðum endaði við einar "duell" har Angela og klovnurin Hannibal kríggjaðust við vatnpistólum.
Hannibal var so frekur, at hann í heilum sendi vatnstrálur eftir áhoyrarunum og børnini bæði nýstu og flentu.
Framførslan endaði við at Silvi kom inn í høllina og saman við Silva, Hannebal og Angelu dansaðu børnini til tónleikin á fløguni hjá Silva.
Síðani fingu børnini bomm frá Kjølbro Heilsølu, og ikki kann annað sigast enn at børnini verðuliga fingu eina positiva uppliving.
Vit vilja sum sagt síggja meiri av slíkum tiltøkum í framtíðin og frá okkum her á Norðlýsinum skullu fyrireikararnir hava ein stóra tøkk.

jwj