Eftir áhaldandi hóttanir frá “føroyska” heilsumyndugleikanum hava kommunalu myndugleikarnir í Klaksvík játta alirisa, at stongja kajøkið á Stoksoyra, soleiðis at bert eitt slag av virksemi kann brúka hetta økið, sum annars var bygt fjøltáttaðum virksemi.
Samstundis landa trolarar á eystursíðuni til Kósina, sum eisini framleiður til matna. Bryggjan á Kósini sprutlar av virksemi og er samstundis opin fyri almennari ferðslu. Ímeðan nøkur skip liggja og landa, fáa onnur skip tænastuveitingar, sjófólk, landingarfólk, hondverkarar, smiðumenn, trukk-, last- og bilar fletta saman – og mínsann um eg ikki eisini sá tveir pollakkar á seiðabergi eisini……
Líka síðan eg var smádrongur er biltúrurin oman á kajina verið ein fastur táttur í gerandisdegnum í Klaksvík, og skal eg siga sum er, var tað ófrættakent at renna seg í eitt forboðsskelti í morgun.
At verða fremmandagjørdur í egnum heimstaði er ikki gott..
At vita sær at hetta er veruleiki í Klaksvík, tí onkur heilsu(føðingur) suðuri í Havn skal kunna seta eitt flugubein í eitt exel-ark á teldu síni, eftir ein kaldan og vindruskutan biltúr á eftirlitsferð norðuri í svartasta mentunnarmyrkrinum. Eftir flugubeinið valdar nú friður á heilsustovninunum og við eftirgjørdum kaffimunni í hond, kan aftur sessast frammanfyri telduskýggjan, og rógva út á alnótina fyri at upplivað sín egna fullkomna telduskapta veruleika, har alt gongur upp og alt endar eydnuríkt og fremja/lesa sína egnu sjálvsmynd av verðuleikanum.
Eingin i Kontórshavn gevur sær far um, at aftanfyri lítla flugubeinið á telduskýggjanum, er bryggjan í verka- og fiskimannabýnum nú oyðin og tóm.
Og eg var noyddur at bakka í regninum, hóast livið helst skal livast frameftir 🙂




