icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt frambrot

Dávur Winther

Í gjár var móttøka í Bústovnurin við Mylnutún, har ein hópur av fólki møtti og Ælabogin spældi frálíkar kveikjandi og glaðar tónar fyri stórum fjøldini, sum var komin saman at forvitnast og fegnast um henda áhugaverda stovn.

Í gjár var móttøka í Bústovninum við Mylnutún, har ein hópur av fólki møtti og Ælabogin spældi frálíkar kveikjandi og glaðar tónar fyri stóru fjøldini, sum var komin saman at forvitnast og fegnast um henda áhugaverda bygning.

Spakin varð settur í mai 2013 og hava Kanjon verið høvuðsarbeiðstakarar. Byggiverkætlanin hevur kostað 19 mill við ráðgeving, projektering, byggibúning, bygging, innbúgvi – alt við. Tá hevur býráðið lætið grundstykkið til endamálið.

Oddfríða Højgaard, leiðari bjóðaði vælkomin og greiddi frá stovninum. Síðani gav hon orðið til landstýriskvinnuna í Heilsumálum, Eyðgunn Samuelsen. Eftir hana helt Edvard Heen, stjóri í almannaverkingum røðu. Eftir hann helt Arne Debess Madsen, deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk røðu vegna Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, sum ikki fekk møtt.

Síðani spældi Ælabogin og var tað hugaligt at síggja og hoyra hvussu væl tey dugdu at spæla og at fylgja eini serligari nótaskipan, sum leiðararnir hegnisliga leiddu spælarnar ígjøgnum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt síðani røðu, har hann fegnaðist um íbúðarbyggingina, sum nú verður karmur um tilveruna hjá teimum 12 búfólkunum – teirra nýggja heim.

Boðið varð til ein bita og til bar at síggja snotiligu íbúðirnar – 12 í tali, sum búfólkini flyta í fyrst í desember.

Myndin frá august 2012, tá ið Annika Olsen, landsstýriskvinna, tók avgerð um at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Klaksvík til fólk við menningartarni. Íbúðirnar verða bygdar við Mylnutún, har gomlu læknahúsini nú standa, var tá skrivað á heimasíðuni hjá kommununi.

http://www.klaksvik.fo/data/register/B6156215-F54E-43C5-B30C-633BEF161571/A18A6E2E-41BD-4727-B3D4-CDE0F3FA5284/638794D4-5AB3-4636-8792-DA6FEF69175E.jpg

Harleyfacadeacryl