Í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld, vístu børn úr norðurlondum síni dansikynstur. Ein ótrúliga hugnalig og bergtakandi løta, at síggja hesi ungu saman vísa dans úr teirra heimlondum. Stemningurin var framúr, og tað sást, at børnini hugnaðu sær.
Vit lata myndirnar tala fyri seg, í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús mikudagin, verður gjørt meira burturúr dansistevnuni. Útivið 500 børn hava hugna sær við dansi og útferðum hesar dagarnar og tey fremmandu vit hava tosa við hava latið sera væl at fyrireikingunum og umstøðunum.
Vit lata myndirnar siga frá:




