Fyri stuttari tíð síðani samtykti eitt nærum samt Løgting at knýta tættari bond við Turkaland, og longu nú er ein føroyingur afturhildin av turkiskum myndugleikum
Fyri stuttari tíð síðani samtykti eitt nærum samt Løgting at knýta tættari bond við Turkaland, og longu nú er ein føroyingur afturhildin av turkiskum myndugleikum, avhoyrdur og sálarliga tortureraður, fyri síðani at vera sendur av landinum við boðum um ongantíð at vísa seg aftur.
”Vit í Miðflokkinum ávaraðu staðiliga móti at vísa turkiska leiðaranum álit við at biðja um nærri samband. Ávaringarnar vóru tó til fánýtis tá,” sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum á tingfundinum í morgin fer at seta løgmanni ein munnligan fyrispurning um hetta.
Jenis av Rana vil hava at vita frá løgmanni, hvørji stig politiski myndugleikin hevur tikið, í sambandi við at ein føroyskur prestur varð afturhildin í Turkalandi og útsettur fyri sálarligan harðskap- fyri síðani at verða vístur av landinum fyri altíð, og eisini spyr hann hvørja ávirkan henda hendingin hevur havt á politisku ætlanirnar um at sleppa at knýta nærri samband við Turkaland.
”Spurningur okkara er, um landsstýrið ikki í dag hevur eitt upplagt høvi at broyta kós og velja ferðalag saman við tjóðum, sum taka frástøðu frá hesi stjórn, sum so opinlýst kúgar sítt egna fólk- umframt at leggjast á okkara,” sigur Jenis av Rana.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.




