Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt íkast til kjakið

John William Joensen

Í útvarpssending hoydust nú um dagarnar hugleiðingar frá samfelagsfrøðingi um Klaksvík. Tað er altíð hugaligt at hoyra hugleiðingar um egnan dunnuhyl, og eisini tá tær koma frá fólki, ið kanska ikki hava sín dagligdag her í samfelagnum. Tó kendist tað eitt sindur við síðuna av, tá samfelagsfrøðingur ger niðurstøður út frá útsøgnum, sum hann leggur okkum øllum klaksvíkingum í munnin.

Fyri okkara viðkomandi, so kendu vit lítið og einki aftur til tær generaliseringar, ið lógu aftanfyri har samfelagsfrøðingurin letur "klaksvíkingar siga" og "klaksvíkingar halda"

Ein annar løgin pástandur var eisini, at avmarkandi er fyri Klaksvík, at klaksvíkingar hava bert ein veg at fara, ímeðan eysturoyingar hava tveir vegir at fara, her verður helst meint við at eysturoyingar kunnu fara til Havnar, ella til Klaksvíkar, ímeðan Klaksvíkingar, "bert" kunnu fara í eysturoynna ella sum hann málbar seg, kanska til Havnar.

Slíkt er ilt at fáa nakran samanhang í yvirhøvur. Tí ein klaksvíkingur, sum velur at fara av býnum, hevur helst eins væl og eysturoyingurin tvinnar møguleikar at velja, nevniliga um hann steðgar á í Eysturoynni ella han velur at fara til Havnar, um so er, sum samfelagsfrøðingurin sigur, at bert tveir møguleikar eru at velja ímillum. Hinvegin kann ein ikki lata vera við at ironiserað eitt sindur um neyðars Eysturoynna, um so er at eysturoyingar velja fyri størsta partin at fara til Havnar og restin til Klaksvíkar, hvat so við tómu Eysturoynni.

Tað er ov vánaligt av einum samfelagsfrøðingi at tosa um at "klaksvíkingar siga" og "klaksvíkingar halda" eins og vit allir hava somu meiningar. Tá vit fáa slíkar hugleiðingar frá einum samfelagsfrøðingi, so eiga vit at kunna krevja at støði er hægri enn at gjørdar verða niðurstøður út frá slíkum pástandum.

Hevði samfelagsfrøðingurin bara flygt nøkunlunda við hvat fyriferðst her í samfelagnum, so hevði hann ivaleyst skjótt komið eftir at so stuttligt er tað heldur ikki í Klaksvík, at vit øll hava somu meiningar.

Vit standa eisini púra spyrjandi, tá sami maður kemur við ábreiðslum um, at nærum ongar fyrireikingar og tillagingar av samfelagnum eru gjørdar upp undir fasta sambandið um Lorvíksfjørð.

Sjálvandi kundi nógv meira verið gjørt, um so var at orka var til tess, men vit sum hava okkara dagligu gongd her duga væl at síggja, at stórar broytingar eru hendar og eisini at Klaksvík tekur ímóti hópin fleiri "avbygdafólki" enn vit gjørdu áður. Bert ein ábending um broytingar kom, tá flestu handlar í Klaksvík í januar/februar kundu siga frá einum umsetningsvøkstri í desember uppá ímillum 18 og 30 prosent.

Sjálvandi er skemtiligt, tá samfelagsfrøðingurin argar við at spyrja um Klaksvík er ein býur. Sambært galdandi reglur her á landi so er ein bygd vorðin til ein bý, tá fólkatalið fer uppum eitt avíst tal, so hesin spurningurin átti ikki at verið torskyldari enn tað. Hinvegin kann altíð kjakast um um Klaksvík, Tórshavn ella Tvøroyri eru býir. Í mun til hvat? New York?

Áhugavert at hoyra hugarenslið frá samfelagsfrøðinginum, men hinvegin hevði ein væntað eitt sindur størri álvarsemi í íkasti hansara til kjakið.