Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt kent andlit av flogvøllinum

Oliver Joensen

Í dag kann Maria a Lofti í Vágunum, halda sín 30 ára starvsdag á flogvøllinum.

Tey flestu sum hava ferðast um flogvøllin í Vágunum, munnu helst kennast við andlitið á Mariu á Lofti. Hon er havnakvinna, gift við Kára á Lofti í Sandavági og hevur starvast í ferðavinnuni í 30 ár, øll árini á flogvøllinum í Vágum. Tey fyrstu 17 árini hjá Flogfelag Føroya og síðan hjá Atlantic Airways.
Sigast má, at Maria á Lofti hevur tænt sínum arbeiðsgevara væl, hon hevur altíð verið fryntlig og fyrikomandi og serstakliga hjálpsom um eitthvørt hevur verið, har tú hevur havt professionel arbeiðisfólk fyri neyðini.
Vit fara her at ynskja Mariu hjartaliga tillukku við degnum.