Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt lágtrýst úr Grønlandi er á veg hendanvegin

Hanus Kjølbro, Sjónám

Desember hevur higartil havt eitt sindur av hvørjum veðri at bjóða. Vit hava havt tíðarskeið við nógvum aktiviteti í lufthavinum um okkara leiðir; eisini hevur verið eitt sindur friðarligt í nakrar dagar. Jólaveðrið var fyri tað mesta gott – seint jólaaftanskvøld fór køld luft at reka ímóti okkara leiður, og norðarlaga hevur verið nakað av kava.

Tað sum er eftir av hesum ári, fer ein rúgva at ganga fyri seg í lufthavinum oman fyri okkum. Eitt lágtrýst er á veg ímóti okkum av leiðunum sunnan fyri Grønland. At tað nærkast er einki at ivast í, tí høgættin er burtur á hesum sinni, og luft er farin at reka inn yvir Føroyar úr lágum landsynningi. Hetta luftrák fer at halda á til týsmorgunin. Vindferðin er vaksandi – nú er hon 10-15 m/s – í kvøld er ferðin komin upp í 15 til 20 m/s. Soleiðis verður so øll náttin, men um middagsleitið í morgin, fer ferðin upp um 20 m/s. Seint annaðkvøld minkar aftur niður í 15 til 20 m/s. Týsnáttin verður ættin útsynningur.

Í meðan luftrákið er úr landsynningi, fer tað at vera yvirhøvur turt, men við onkrum ælingum, og hitin fer at liggja um 8 til 10 stig.

So eru tað mikudagurin, hósdagurin og fríggjadagurin. Seinastu vikurnar hevur tað verið eitt sindur lumpið at siga nakrar dagar fram í tíðina – so eg haldi ikki tað vera eitt gott hugskot at gera ov nógv burtur úr smálutum, men heldur koma við einari heildarmeting.

Vit kunnu byrja við nýggjársaftan – hvussu veðrið fer at vera um kvøldið. Allarfyrst, so er hetta nakrar dagar fram, og óvissan er nokkso stór. Hetta kvøldið fer vindurin at koma úr útsynningi-suðuri; vindferðin fer at liggja um 12 til 15 m/s – og ælingar fara at vitja okkum við jøvnum millumbili.

Dagarnir sum koma fara at broyta omanfyrinevnda eitt sindur. Vit fara at fylgja við.