Eitt lot til gul úr lágum landsynningi er í morgun. Veðurstøðirnar hjá Landsverki vísa vindferðin at vera 2 til 4 m/s. Onkunstaðni er tó meiri vindur – t.d. vísir vindmátarin við oyndfjarðarvegin á Heltnini heilt upp í 17 m/s. Tað er tey landafrøðiligu viðurskiftini, ið gera henda munin. Gulið kemur inn eftir Skálafjørðinum – har er gott pláss, langt er ímillum fjøllini. Millum er Fjarða er styttri ímillum fjøll, og uppaftur styttri er í Heltnini, tí fer vindurin nógv skjótari ígjøgnum økið.

Tað er luft úr Miðalhavinum, sum kemur hendaveg. Hon er ikki so slavin í morgun – tað er turt við næstan allar mátistøðirnar hjá Landsverki. Veðrið verður ikki akkurát soleiðis í allan dag. Vindurin fer ikki ikki at broytast stórvegis, – ættin fer at liggja um landsynning, og vindferðin fer at liggja um eitt gul til andøvsgul, 4 til 7 m/s – men ein veik hitabrúgv stendur sunnan fyri Føroyar, og hon er á veg norðureftir. Tá ið hon nærkast Føroyum, fer at regna eitt sindur í løtum. Hetta fara vit at síggja fyrrapartin og eitt sindur seinnapartin.
Hitin í dag fer at liggja um 7 – 9 stig.