Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt óvanligt kvøld við Hensley

John William Joensen

Føroyingar fáa eitt óhoyrt høvi til at hoyra Ken Hensley greiða frá sínum tónleiki, tá ið hann hevur workshop í Atlantis fríggjakvøldið 13. august

Mitt í august mánaði kemur bretski tónleikarin Ken Hensley til Føroya at vitja. Hann skal spæla á stóra Summar Festivalinum, sum verður hildin í Klaksvík í døgunum frá 12. til 15. august.
Ken Hensley var í nógv ár drívmegin í bólkinum Uriah Heep, og hann skrivaði nógv av stóru hittunum hjá bólkinum. Seinnu mongu árini hevur Ken Hensley havt solokarrieru sum tónleikari, og hann er nógv virdur fyri sínar sangir og sítt orgulspæl.
Umframt at hoyra Ken Hensley við sínum egna bólki fyri fullum útblástri á stóru útikonsertini á Vágsbøi leygardagin 14. august, verður eisini ein annar møguleiki at hoyra Hensley.
 
Greiðir frá sínum tónleiki
Fríggjakvøldið 13. august kl. 21.00 fáa føroyingar nevniliga eitt einastandandi høvi at hitta kenda tónleikaran, tá ið Ken Hensley fer at greiða frá sínum tónleiki á einari workshop í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík.
Hann fer at geva áhoyrarunum eitt innlit í sínar sangir og sín tónleik, hann fer at spæla onkrar av teimum og annars greiða frá, hvussu hann skrivaði teir. Hann fer eisini at siga onkrar søgur frá sínum langa og spennandi tónleikalívi, og áhoyrararnir fáa eisini møguleikan at seta honum spurningar.
Hetta verður eitt fantastiskt høvi at hitta Ken Hensley til eitt hugnaligt og áhugavert tiltak. Avmarkað atgongd verður til tiltakið, og atgongumerkini verða sett til sølu í næstum.