Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt samfelag á vandakós?

Oliver Joensen

Politiskir viðmerkjarar ávarða javnan um, at føroyska samfelagið er á vandakós. Mikil orðadráttur er um fiskivinnunýskipanir og vaksandi misnøgd valdar um øktan politiskan ójavna millum borgarar í landinum. Tvídráttur er um, hvat gerast skal við pening frá uppboðssølum. Viðmerkjarar rópa varskó, tí vandi er fyri, at almennu útreiðslurnar økjast, meðan inntøkur verða søplaðar burtur í miðstaðar ørskapi og ógagnligum forbrúki. Vandi er í hvørjari vælferð, og teir eru ymiskir.

Hóast samfelagsskuldin er stór, hava vit kensluna av, at tað gongst væl. Inntøkurnar seta met ár um ár. Høvuðsstaðurin er útbygdur fyri milliardir, og aðrar líka kostnaðarmiklar ætlanir røkka langt inn í framtíðina.

Hóast methøgar inntøkur, ambitiøsar útbyggingar og fantastarí um prestiguprojekt í framtíðini, so gremur landsstýrið seg samstundis um, at landskassanum vantar pening til vælferðartænastur til vanliga fólki. Vaksandi ójavni er í samfelagnum.

Tað er sjón fyri søgn. Samgongan hevur sett sær fyri at spara, hevur niðurlagt skúlar, niðurlagar sjúkrahús og lækkar heilsu- og almannatænastur úti um landið. Samstundis verður ørgrynni av pengum nýtt at byggja somu almennu stovnar, við øktum almennum rakstrarútreiðslum í miðstaðarøkinum.

“Komið heim, kom heim, kæri útiseti” ljóðar áhaldandi kampanjudunið úr almenna KvF. Boðini um nýtt ALTJÓÐA universitet og campus, lagalig upptøkukrøv, hækkaðan lestrarstuðul, 18 milj. yvir 3 ár, Granskingarlund og økt arbeiðstilboð á øllum hugsandi økjum, verða persónliga borin føroyingum í útlondum saman við boðunum, at sentrali miðnámsskúlin, GLASIR, skjótt skal takast í brúk og fyllast við føroyskum studentafamiljum í Havn, hóast lestrarstuðulin tó er ójavnt býttur.

Meðan føroyski fólkaskúlin gremur seg um økt kontroleftirlit, øktar arbeiðsbyrðar, skerdar játtanir, og sogar tosar um Norður – koreanskar tilstandir, verður ein lokalpatriotiskur sjónleikur, “ Øll tikin á bóli “ dagliga framførdur í Havn.

Myndugleikin lat hánt um hyggjuráðini frá óhefta akademikara-bólkinum, at okkara universitet átti at valt sær ávísar nischur, har vit føroyingar eru bestir, tí so kundu vit kanska gjørt okkum galdandi. Eftir at hava brúkt ørgrynni av skattakrónum til propaganda og kapping móti Danmark um heimsins hægsta lestrarstuðul, er tað ein sjálvfylgja at áhugin fyri at lesa í Føroyum er vaksandi, serliga millum útlendingar.

Danmark hevur júst nú ætlanir um at bremsa útlendingum, ið bert koma til Danmarkar eftir útbúgving við høgum lestrarstudningi fyri síðani flyta burtur aftur at virka. Danmark hevur ikki ráð til slíka skipan við sínum altjóða universitetum, verður sagt. Sjónleikurin í miðstaðarøkinum og ein landskendur “roknifeilur” hjá setursleiðsluni, eru grundarlag undir øktum krøvum : “setursætlanin “ kostar meir enn mett, og harafturat má hon framskundast”.

Tað kann í mangar mátar koma aftur um brekku at leggja eina kós , har akademisk arbeiðstilboð skulu evnast til viðkvæma føroyska arbeiðsmarknaðin. Sálar- stjórnmála- og samfelagsfrøði tykist verða byrjanin til eina politiska innslúsan av arbeiðsleysum útisetum inn í føroyska skúlaumhvørvi. Tað hevur ljóðað , at fleirfalt tal av skúlaungdómum knappliga hava fingið diagnosur, ið sum skilst fara at seta álvarsliga økt krøv til psykiatriska heilsuverkið. Kann veruliga orsøkin vera ein politisk motivatión til, fyri einhvønn prís, at tryggjað útisetum og arbeiðsleysum akademikarum varandi almenn størv í Havn, ella er tað aftur til medisinídnaðin ?