Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sera gott úrslit fyri KÍ

John William Joensen

Tað er altíð trupult at spæla á Mølini, men tað var týðuligt at tað vóru tvey topplið sum møttust, sigur fyrrverandi KÍ áleyparin Jákup Mikkelsen

Í fyrra hálvleiki kunnu klaksvíkingar takka Meinhard Joensen fyri at EB/STR ikki fekk meira enn tað eina málið.
Meinhard hevði eina eina stórbjarging fyri og aðra eftir í fyra hálvleiki og kundi sundalagsmenn verið á odda 4-1 um hepni var við teimum, í fyrra hálvleiki.

Seinri Hálvleikur
Tað er altíð vindur á Mølini, og í seinra hálvleiki var tað KÍ sum hevði vindin í ryggin, og samanumtikið haldi eg at KÍ hevði bestu mál møguleikarnar.
Um eg skal nevna aðrar KÍ leikarar umframt Meinhard so haldi eg at Oddmar Joensen og nýggi serbiski verjuleikarin komu væl frá dystinum.
Samanutikið haldi eg at úrslitið var rættvíst og liðini vístu í verki at tey uttan iva vera millum tey sum fara at kappast um fremstu plássini í ár.
Eg havi ikki sæð allar dystirnar hjá KÍ í ár, men til tíðir spældi KÍ væl og eg haldi at vit klaksvíkingar kunnu fegnast um gongdina hjá KÍ, sigur fyrrverandi KÍ áleyparin, varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen.