Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av hvørjum í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í morgun er ein hátrýstryggur yvir Føroyum. Hesin ryggur hesur stungið seg norður ímóti okkara leiðum úr einum hátrýsti í Biskayavíkini, vestan fyri Frakland. Í einum hátrýstryggi er gott veður, og í morgun stendur m.a. á heimasíðu Landsverks, at vindurin er máldur upp til eitt gul av vestri – 6 m/s – á teimum ymisku veðurstøðunum krong landið. Hitin liggur um 5 til 6 stig, og tað er skýggjað og turt.

Í dag fer hátrýstryggurin at flyta seg eystureftir undan einum lágtrýstið, sum kemur vestaneftir. Hetta lágtrýstið er statt sunnanvert í Grønlandsfirðinum í morgun, men flytur seg nokkso skjótt eystureftir í dag. Lágtrýstið fer ímillum Føroyar og Ísland seint í kvøld. Eitt slíkt lágtrýst, ið ferðast soleiðis, ávirkar veðrið í Føroyum soleiðis, at vindurin fer at veksa, samstundis sum ættin fer niður í sunnan ella landssynning-sunnan. Tá ið tey tilhoyrandi brúgvaløgini nærkast, fer at regna, og tá ið tey eru farin framvið, fer ættin upp í útsynning, og tað gerst turrari.

Í dag verður veðrið fyrst eitt gul úr vestri – 4 til 7 m/s; yvirhøvur skýggjað, men við sólglottum í støðum. Út á fyrrapartin verður skýggjað, ættin fer niður í sunnan ella landsynning-sunnan, og vindurin veksur so við og við upp í hvassan vind ella skrið – 13 til 18 m/s – og tað fer at regna. Út á seinnapartin fer ættin vestur um aftur upp í útsynning – tað verður ælaveður – og vindurin fer at minka niður í ein strúk í vindi 8 til 12 m/s.

Hitin í dag fer at liggja um 5 til 8 stig.