Næstu dagarnar fer vindurin at koma úr landsynningi og suðuri. Lágtrýst koma eitt fyri og annað eftir ímóti okkum frá leiðunum við Nýfunnland, men tey sleppa ikki heilt nær okkum, tí vit liggja í einum stórum hátrýstøki. Hátrýstøki halda lágtrýstini burturi, so soleiðis sum alt hevur býtt seg í hesum døgum, so steðga tey ferðini sunnan fyri Ísland og koma ikki nærri okkara leiðum. Tey megna at sleingja suðureysturkvadratin ímóti okkum. Tí fer vindurin at koma úr ættunum ímillum landsynning og sunnan teir næstu dagarnar. Í sama kvadranti liggja eisini brúgvaløgini við avfalli.

Hyggjandi eftir veðurmátarum Landsverks, er sjón fyri søgn, at vindur í løtuni (gjáramorgunin) kemur úr landsynningi. Vindferðin er 12-13 m/s í miðal fyri alt landið. Landsynning rakar ikki eins hart allasteðs. Við Tjørnuvíkarvegin var vindferðin bert 5 m/s; á Ørðaskarði í Suðuroy var vindferðin heilt upp í 24 m/s í gjáramorgunin.
Í gjár var vindferðin: 11 til 15 m/s úr landsynningi. Eftir midnátt skuldi vindurin vaksa upp í 13 til 18 m/s. Eftir middag í dag fer ættin at snara niður í sunnan, meðan vindurin minkar niður í 10 til 14 m/s. Úrdrátturin verður eisini sum nú – slavið veður við ælingum. Í morgun fer at regna, og tað fer tað at gera allan dagin – tó kann væntast ein turrari løta um middagin. Hitin í dag fer at liggja um 10 til 12 stig.