At býráðssamgongan valdi at krógva fíggjarligu støðuna hjá Klaksvíkar Kommunu til eftir valið er eitt beinleiðis skot fyri bógvin hjá fólkaræðinum, segði Jógvan Lützen, býráðslimur á fundinum í gjárakvøldið
– Høvdu fólk vitað um hvussu illa stóð til hjá Klaksvíkar Býráð áðrenn tey skuldu atkvøða á býráðsvalinum, so eri eg sannførdur um at úrslitið av valinum hevið verið annaðleiðis.
– Eg haldi tað vera ótrúligt at meðan aðrar kommunur í landinum flóta í peningi so standa vit í Klaksvík og skylda pengar.
– Peningurin vit skylda er leysaskuld ymsastaðni runt um í býnum og harafturat hava vit ikki tøkan pening til at gjalda starvsfólkum lønir.
– Hetta er einki annað enn ein skandala eftir fýra ár við søguliga høgum skatta inntøkum.
– Hetta kann ikki ikki uppfatast annaðleiðis enn at sitandi býráð hevur koyrt frá degi til dags uttan nakra sum hels fíggjarstýring.
Stórar lántøkur fyri framman
Í viðmerking til Norðlýsið, sigur Jógvan Lützen, at skal fíggjárætlanin fyri 2005 halda so verður neyðugt hjá býráðnum at taka stór lán.
– Umframt tær 10 milliónirnar, sum vit nú taka lán fyri, so verður neyðugt at lána munandi meiri pengin soleiðis at samlaða lánibyrðan hjá Klaksvíkar Kommunu komandi ár fer at koma upp á góðar 140 millíónir krónir.
Endaði í songini saman við Kristian Fríðrikk
Á býráðsfundinum í gjárakvøldi takkað Jógvan fyri seg og av tí at hetta samstundis var næst seinasti býráðsfundur hjá honum so bað hann um loyvi til at fortelja eina skemtiliga søgu frá tíðini sum býráðslimur.
– Fyri nøkrum árum síðan, tá eg sat sum formaður í sosialu nevnd, var eg so ósamdur við mínar partamenn, borgarstjórna Jógvan við Keldu og Kristian Fríðrikk Olsen, at eg á býráðsfundinum atkvøddi ímóti fíggjarætlanini.
– Hetta fekk øði í Jógvan og Kristian Fríðrikk og sjálvur var eg so sintur at eg smekkaði hurðina eftir mær, á veg út úr býráðshøllini.
– Vit tosaðu als ikki saman í nakrar vikur, men so ein dagin so ringir ein embatismaður úr býráðnum og sigur við meg at býráðsformaðurin vildi hava meg við ein túr til Bruxell.
– Eg hevði lítlan hug og kravdi at um eg skuldi koma við so skuldi býráðsformarðurin sjálvur ringja, men eg hoyrdi einki aftur.
– Eg avgjørdi tó at fara og tað vísti seg at tað bert vóru vit fólkaflokksumboðini sum vóru við á túrinum. Lítið varð tosað, men tá vit komu til hotellið vísti tað seg at tað vóru bert trí kømur til fýra mans.
– Eg havi ofta hugsað síðani um tað var taktikkur frá táverandi borgarstóra, men endin var so at eg og Kristian Fríðrikk noyddust at sova í somu dupultsong, og tá vit komu aftur til Klaksvíkar var øll ósemja gloymd og vit høvdu eitt gott samstarv tað sum eftir var av setini.
Jógvan stillar ikki upp aftur
Í samrøðu við Norðlýsið ger Jógvan greitt at hann stillar ikki upp aftur.
– Mín tíð í politikki er farin og eg haldi at tíðin er komin til at yngri kreftir sleppa fram at.
– Samfelagið er eisini broytt so mikið at eg haldi at tey ungu eiga at sleppa fram at til at taka avgerðir.
– Sjálvur eri eg annars væl nøgdur við samansetingina av nýggja býráðnum tí eg haldið at har er ein góð blanding av nýggjum og royndum býráðslimum og fari eg at nýta høvið til at ynskja teimum góða eydnu.
Jógvan Lützen, varð valdur inn í býráðið 1. januar 1993.




