Tunnilsbólkurin skal viðgerða eitt álit, sum hevur ligið leingið í landsstýrinum sum í stuttum gongur út uppá, at tey, sum brúka tunnlarnar skullu gjalda teir.
Norðlýsið hevur áður skrivað um hetta tilmælið sum nevndirnar fyri Norðoya- og Vágatunnilin gjørdu fyri táverandi landsstýri.
Sum Norðlýsið skilir er hetta tilmælið drigið fram aftur og hóast orð sum samhaldsfesti verða nýtt – so gongu tilmælið í stuttum út uppá at tey økini í landinum sum fáa undirsjóartunnlar – sjálvi skullu gjalda tey.
Vit endurgeva nakrar greinar sum eru skrivaðar úr tilmælinum, sum m.a. er lagt fyri samgonguna í dag:
—————–
Allar tunnilsgerðir í Føroyum í eitt felag
Eftir áheitan frá landsstýrinum hava nevndirnar fyri Vága- og Norðoyatunnilin kannað møguleikarnar fyri at samanlagda felagið (Norðoya,- og Vágatunnilin) kann standa fyri tunnilsgerðum millum oyggjarnar – eisini millum Skálafjørðin og Havnina.
Í brævið dagfest 1. februar 2007, skrivað nevndirnar fyri Norðoya- og Vágatunnlinum landsstýrinum bræv – har nevndirnar lýsa hvørjir møguleikar eru við at leggja feløgini saman.
Brævið er sera áhugavert og lýsir virksemi hjá feløgunum báðum.
Í niðurstøðni siga nevndirnar m.a.:
1. Ein samanlegging av feløgnum hevur lítlan týdning fyri dagliga virksemið sum nú er, smávegis sparingar kunnu gerast við at hava eina nevnd, men nakað av kostnaði er av at fremja samanleggingina.
2. Ein samanlegging hevur stóran týdning, um ætlanin er framyvir at nýta samanlagda felagið til samfelags útbyggingar v.m.
3. Verður ein samanlegging framd, er umráðandi at tað roknskparliga verður greitt frá lutfalsliga íkastinum frá kundunum í hvørjum tunli sær, eins og innkrevjingartíðarskeiðini framvegis vera avmarkaði.
4. Um játtanin á fíggjarlógini til tekniska rakstur skal kunna viðføra eina varandi lækking í nýtslugjaldinum, má landið annaðhvørt binda seg til framyvir treytaleyst at rinda útreiðslur til tekniskan rakstur og til enduríløgur av tekniskum ella trygdarligum slag, ella má landið framyvir binda seg til at rinda eina fasta upphædd sum ískoyti til tekniska raksturin
5. Spurningurin hvør fremur teknsiak raksturin eigur ikki at verað tvinnaður saman við at landið átekur sær at rinda hann, men eigur at vera eitt mál hjá felagnum.
——-
Niðurstøðan í brævinum er gjøgnumgangandi at lítil og eingin fyrimunir er at leggja feløgini saman um ikki ætlanin er at brynja felagið til at standa fyri øðrum samfelagligum verkætlanum – og her verður óivða hugsað um tunnilin um Skálafjarðartunnlin og Suðurleiðina til Sandoy og Suðuroy.
Um samanleggingin bert umfatar Norðoya- og Vágatunnilin er einasta sparingin nakrar nevndar samsýningar.
Landsstýri positivit
Tá tinglimur spurdi landdstýrismannin um hví einki svar er komið frá landsstýrinum um at geva einum felag loyvið at standa fyri arbeiðinum at gera Skálafjarðartunnilin – svaraði landsstýrismaðurin, at hesin spuringurin var prinsipiellur og tí var landsstýrið noytt til at viðgera spurningin frá grundini.
– Hvat projektinum viðvíkjandi Skálafjarðartunnlinum viðvíkur so kann eg samanlíknað hetta við støðuna um eitt ávíst partafelag kom til landsstýrið og bað okkum um at privatisera ein part av Atlantic Airways til hetta felagið.
– Her er talan um at privatisera ein ávísan part av vegakervinum til eitt ávíst vinnurekandi partafelag – og tí er hesini spurningurin ikki so einfaldur at svara
———-
Eitt felag fyri undirsjóartunnlar – tó við ymiskum bummgjaldi
Tilráðingin til landsstýrið sigur at rættvísiskenslan hjá fólki, má framvegis verða nøktað; tí má tað ganga fram sum eitt krav, at roknskaparliga skal verða greiðu á lutfalsliga íkastinum hjá kundum í hvørjum tunli sær.
Í brøvinum til landdstýrið tann 1. februar 2007 skriva nevndirnar fyri Norðoya- og Vágatunnilin soleiðis:
Ein samanlegging vil samstundis fortynna upprunaligu tøttu bindingina millum felag, projekt og lán.
Samanleggingin vil harvið hugburðsliga – bæði inneftir í felagnum og úteftir millum almenningin – opna møguleikan fyri, at skifta fokus hjá samanlagda felagnum frá, at vera rein innkrevjing av peningi til ein einstakan tunnil, yvir til at vera eitt tænastufelag, ið veitir kundum sínum ein flutningsmiðil fyri eitt tænastugjald í einum breiðari høpi.
Ikki rættvíst at hava eins bummgjald
Ein møguligur vansi við eini samanlegging er tann potentiella óklárheitin hvørvítt nýtslugjaldið verður nýtt til tann tunnilin, har tað er kravt upp. Rættvísiskenslan hjá fólki, má framvegis verða nøktað; tí má tað ganga fram sum eitt krav, t.d. í viðtøkunum hjá felagnum, at tað roknskaparliga skal verða hildið greiðu á lutfalsliga íkastinum hjá kundunum í hvørjum tunli sær, eins og avmarkingin í áramálinum fyri koncessiónirnar, ið eru knýttar til einstøku tunlarnar, framvegis kunnu standa við.
Hendan avmarkingin, ið fyri báðar tunlarnar er staðfest í anlegslógunum á henda hátt “…Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og [partafelagið] stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. …” , kann td. um tað er ynskiligt, orðast meira ítøkiliga, sum eitt loyvi at krevja inn nýtslugjald, ið gongur út eitt ávíst ár, uttan at sjálvt anleggið verður avhendað.
Við nýggjum fokus og stórum aktivum, opnast møguleikar fyri horisontalari integratión og ekspansión:
• at felagið einsamælt ella saman við øðrum setur pening í samferðsluverkætlanir og har t.d. virkar sum leiðandi partur ísv. útbygging og rakstur
• at felagið átekur sær innkrevjing av nýtslugjaldi, t.d. umvegis mynda- og kubba-skipanina, fyri aðrar samferðsluleiðir og -tænastur.
Felagið við sínum stóra eginpeningi verður partur av trygd fyri fígging av nýggjum íløgum og virksemið kann fíggjast við brúkaragjaldi, við avkasti frá gjørdum íløgum og við tænastugjaldi frá tí almenna.
——————-
Vága- og Norðyatunnilin – fíggjarliga sterk feløg
Lániskuldin hjá feløgunum var við árslok 2006 96+248 = 344 mió. kr. Eginpeningurin hjá fløgunum var tilsaman 369,1 mió. kr.
Í brævinum frá leiðsluni í Norðoya – og Vágatunnlinum til Landsstýrið tann 1. februar 2007 verður mett at feløgini eru sera sterk fíggjarliga.
Aktiv og partapeningur hjá feløgunum
Landið hevur við partafeløgunum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin tvær stórar fíggjarligar eindir, ið tilsamans hava aktiv fyri 260+387 = 647 mió kr (tó má fyrivarni takast fyri aktivunum hjá Norðoyatunlinum til byggiroknskapurin er
endaliga uppgjørdur).
Aktivini verða í meðal avskrivaði við 12+16 = 28 mió kr um árið. Partapeningurin í eindunum vil eftir seinastu
inngjøldini frá landinum vera tilsamans 160,3+235 = 395,3 mió kr.
Lániskuld
Lániskuldin hjá feløgunum er tilsamans 96+248 = 344 mió kr (við árslok 2006). Verða diskonteraðu inngjøldini frá
landinum (32,5 mió kr í 2007 og 2008 og 42,5 mió í 2009) mótroknað, svarar hetta til 344-87,1 = 256,9 mió kr. Eftir
ætlan verður lánið hjá Vágatunlinum útgoldið í 2016, og lánið hjá Norðoyatunlinum í 2020.
Eginpeningur
Eginpeningurin í feløgunum er (við fyrivarni fyri at roknskapirnir 2006 ikki eru avsluttaðir enn) 161+121 = 282 mió kr, ella, um diskonteraðu inngjøldini frá landinum verða roknað uppí, 282+87,1 = 369,1 mió kr.
Inntøkugrundarlag
Inntøkugrundarlagið hjá feløgunum er heimildin “… at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-,
brúgva- og tunnilsanleggið. …”. Umsetningurin hjá báðum feløgunum var, sambært fyribils tølum 26,9+24,7 = 51,6
mió kr fyri 2006 og er fyri 2007 budgetterað til 25,3+30,0 = 55,3 mió kr. Tá er ikki tikið hædd fyri gjaldinum frá
landinum til tekniskan rakstur.
Felags rakstur
Feløgini eru skipað sum tvær sjálvstøðugar eindir; men alt virksemið gongur út frá somu skrivstovu og er skipað í
einum rakstrarsamstarvi við heitinum Tunnil. Allar útreiðslur ið hoyra øðrum felagnum til burturav, verða førdar á
tað felagið, meðan felags útreiðslur verða býttar millum feløgini
—————–
Skálafjarðar tunnilin – Gullnám fyri privatar – ella sambinding av øllum landinum
Í útrokningunum sum nevndirnar fyri Norðoy- og Vágatunnilin hava gjørt verður mett at Skálafjarðartunnilin fer at gjalda privatum íleggjarum 186 milliónir krónir i vinningsbýti.
Í staðin fyri at gjalda vinnisbýti til privatar íleggjarar átti vinningurin heldurfarið til aðrar samfelagsligar íløgur , sigur nevndin í brævinum til landsstýrið tann 7. februar 2007.
Ein privatur íleggjari vildi vantandi kravt umleið 12 – 15% í avkasti uppá partapeningin og mett verður at eitt hóskandi krav til støddina á partapeninginum kundi verið 20% av íløguni, og er hetta eitt úttrykk deils fyri tann váða, ið privatir íleggjarar halda knýta seg til projektið og deils til teirra forvantning til ágóða.
Um samlaða íløgan er 1000 mió. Kr. svarar hetta til 15% av 20% av 1.000 mió. Kr. = 30 mió. Kr. um árið.
Verður upphæddin kapitaliserað yvir afturgjaldstíðina uppá 25 ár við rentuni 7% um árið, svarar hetta til 186 mió. Kr.
Hendan upphædd svarar sannlíkt til tann váðan, sum landið, umvegis samanlagda felagið (Vága- og Norðoyatunnilin) átekur sær, um tað velur sjálvt at fara undir projektið Skálafjarðartunnilin.
Samstundis er hetta eisini eitt mát fyri tað øktu nyttuna, sum í tí førinum, kann koma samfelagnum til góðar um váðin ikki gerst aktuellur.




