Til síðsta kommunuval í Klaksvík fór Javnaðarflokkurin til val við tí høvuðsmálið, at trivnaðurin og fjølbroytni skuldi setast í hásæti. Millum annað við at betra um korini hjá barnafamiljum í Klaksvík.
Tíðindaskriv

Eftir kommunuvalið kom Javnaðarflokkurin í býráðssamgongu. Norðoya Javnaðarfelag fegnast um, at tað nú hevur eydnast býráðssamgonguni at semjast um, at lækkað barnaansingargjøldini við samanlagt 35 prosent komandi fýra árini. Hetta merkir ein munandi bata hjá teim fíggjarliga strongdu barnafamiljunum í býnum.
Hetta er avgjørt eitt stig á leiðini, at bøta um trivnaðin hjá barnafamiljunum. Næsta stigið eigur at verða at arbeiða fram ímóti at hækka barnafrádráttin, tá ið tað er fíggjarliga forsvarligt.
Norðoya Javnaðarfelag